Verður forboð sett fyri at fiska búrfisk í altjóða sjógvi, fara føroyingar ikki at akta boðini.
Tað gjørdi Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, greitt í Løgtinginum nú ein dagin.
Og hann fær undirtøku fyri hesum, bæði frá tinglimum í samgongu og í andstøðu.
- Tað fer at gera tað lættari at halda fast um hesa støðu, sigur hann.
Tað var Hendrik Old, løgtingsmaður, sum hevði frætt, at ætlanin var at steðga fiskiskapinum eftir búrfiski.
Og hann vildi hava at vita, hvussu landsstýrismaðurin ætlaði at fyrihalda seg til hesa støðuna.
Fiskiskapurin, sum hevur verið, er skipaður. Skal hann steðgast, verður alt norðuratlantshav víðopið fyri óskipaðum fiskiskapi, helt Hendrik Old.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, vísti á, at ICES hevur mælt til at seta bann fyri øllum fiskiskapi eftir búrfiski og tað bannið hevur ES strongt á fyri at fáa sett í verk.
Men hann vísti á, at tað er NEAFC; sum umsitur fiskiskapin í altjóða sjógvi í Norðuratlantshavi og í hesum sambandi hevur NEAFC gjørt av at steðga fiskiskapinum alt fyrra hálvár í ár.
Men hetta hava føroyingar ikki góðtikið.
- Í juni verður fundur í NEAFC og tá fara føroyingar at skjóta upp, at fiskiskapurin skal ikki steðga, segði Bjørn Kalsø.
Vinnur uppskotið ikki frama, fara føroyingar ikki at akta boðini um at friða búrfiskin og vit fara at halda fram at fiska, sigur Bjørn Kalsø.
Hann vísir á, at orsøkin til, at kravið um fiskibann er komið, er, at har fiskiskapur hevur verið, er hann nógv minkaður og fiskiskapurin hevur hartil svingað nógv.
Hann vísti eisini á, at búrfiskur er viðbrekin, tí hann verður ikki kynsbúgvin, fyrrenn hann er 50 ára gamal og tí hevur hann langa tíð um at koma fyri seg aftur, verður hann ovfiskaður.
Fleiri tingmenn vísti á, at vit vita onki um búrfisk, men fyri at fáa nakað at vita, mugu vit fiska. Og teir vístu eisini á, at talan er um alt Norðuratlantshav, so tað er eitt veldugt øki, sum fiskast kann á.
Tingmenn søgdu, at steðga vit fiskiskapinum, kann vitanin gleppa okkum av hondum og so hava vit onga vitan at byrja aftur við, akkurát sum tað hendi við laksinum.
Eitt og tvey føroysk skip hava fiskað búrfisk, men ymiskt, er, hvussu tað hevur hepnast.