Føroyingar seta met í lønum

Ongantíð áður er so nógv goldið í lønum í Føroyum, sum nú

Aftur í fyrsta ársfjórðingi í ár tóku lønargjaldingarnar seg upp um tvær milliardir.

 

Tað sigur Hagstovan, sum hevur gjørt tølini upp. Og tað er bara hent eina ferð áður, at lønirnar hava verið yvir tvær milliardir í einum ársfjórðingi, og tað var í seinasta í fjør.

 

Tilsamans vóru árstíðarjavnaðu lønirnar 2.124 milliónir krónur í fyrsta ársfjórðingin í ár. Tað eru 29 milliónir, ella 1,4 prosent meira enn í undanfarna ársfjórðingini.

 

At lønirnar eru árstíðarjavnaðar, merkir, at lagt er upp fyri sveiggjum, sum árstíðirnar kunnu elva til.

 

Samanborið við fyrsta ársfjórðing í fjør, eru lønargjaldingarnar nú 176 milliónir krónur, ella níggju prosent hægri, enn tær vóru fyri einum ári síðani.

  

Hagstovan vísir á, at tá ið fíggjarkreppan rakti í 2008, minkaðu lønirnar, og ikki fyrr enn á heysti 2012 var fallið vunnið innaftur.

 

- Síðan var lítil og ongin broyting í eitt ár, men frá fjórða ársfjórðingi 2013 og til í dag, hevur verið ein javnur vøkstur.

 

Og nú lønirnar hesar báðar seinastu ársfjórðingarnar fóru upp um 2 milliardir, eru tær einar 300 milliónir hægri fyri hvønn ársfjórðing enn í 2008.