Føroyingar seta heimsmet í vindbili

Á hvørjum ári verður skipað fyri heldur annarleiðis kappingum kring heimin. Ein av hesum kapingunum verður hildin í Den Helder í Hollandi.

Talan er um ein kappkoyring, men tað er tó ikki heilt vanligir bilar sum dystast. Í kappingini eru sokallaðir vindbilar, ið verða drivnir av eini vindmyllu.?? Seinasta ár setti Robert Flemming Mikkelsen heimsmet við sínum vindbili. Robert er hálvur føroyingur, sonur Oddvør Mikkelsen, ættað úr Hvalba.

Hesin vindbilur koyrur við mekaniskari transmissión, sum merkir at vindmyllan er forbundin til hjólini mekaniskt við akslum og tannhjólum.

Tá heimsmetið var sett, ynskti Robert at konstruera ein vindbil, sum koyrdi við eltransmissión við einum elgeneratori í vindmylluni og einum elmotori festan til hjólini.

Tann skjótasti elvindbilurin hevur koyrt umleið 2-3 km um tíman, sum sjálvsagt er ógvuliga spakuligt.??Robert setti seg í samband við havnarmannin Boga Bech Jensen, sum er lektari á DTU, fyri at vita, um Bogi kundi uppfinna eina loysn, so bilurin kundi koyra skjótari.

Bogi legði dent á, at tað skuldi verða ein einføld og bílig loysn. Hann kom til ta niðurstøðu, at bíligasta og einfaldasta loysnin var at keypa tveir servomotorar, sum blivu beinleiðis forbundnir, annar sum generator og hin sum motorur.

Hóast íløgan var 100 ferðir minni enn aðrir bilar, sum kappast varð ímóti, so setti bilurin hjá Robert og Boga heimsmet. Bilurin koyrdi 30 km um tíman, sum er 10 ferðir skjótari enn hinir bilarnir.

Bogi og Robert ivast ikki í, at luttakandi bilar í næstu kapping verða bert bilar, sum eru kopi av teirra konsepti.

- Vit mugu bara uppfinna okkurt enn betri. Eg havi nøkur hugskot, sigur Bogi og leggur afturat, at teir ætla at klára seg enn betur næsta ár.