Føroyingar seta dám á íslendska gudstænastu

Um eina løtu verður Dómkirkjan í Reykjavík karmur um góðan føroyskan kórsang til gudstænastuna klokkan 11 íslendska tíð, sum er klokkan 12 føroyska tíð.

Vestmanna kirkjukór vitjar í hesum døgum í Íslandi, og úr Íslandi frættist, at umframt føroysku sangkreftirnar, fer eisini ein føroyingur, sum er prestur og áður hevur verið prestur í Íslandi, at hava inngangsbønina til gudstænastuna í Dómkirkjuni.

Týskvøldið komandi fer Vestmanna kirkjukór aftur at syngja í Dómkirkjuni í Reykjavík.

Við í kórinum á Íslandstúrinum hesaferð eru eisini gestir, sum hjálpa til við solosangi og sita við klaverið.

Kórleiðari hjá Vestmanna kirkjukóri er Erla Olsen, sum hevur leitt kórið í meiri enn 30 ár.

Við á ferðini í Íslandi eru 30 fólk.