Føroyingar sent 4.064 skógvaeskjur til Rumenia

Tað hevur gingið væl í ár hjá Christmas Child Føroyar

Altjóða átakið Christmas Child gleðir á hvørjum ári neyðstødd børn við at geva teimum eina skógvaeskju við gávum á jólum. 

 

Í ár eydnaðist tað føroyskum sjálvbodnum í hesari verkætlanini at savna 4.064 skógvaeskjur inn, sambært Christmas Child Føroyar. 

 

Í hesum sambandi eru 4.064 skógvaeskjur beint nú á veg til Onglands og síðani víðari til neyðstødd børn í Rumenia. 

 

- Vit vilja takka øllum føroyingum, sum hava pakkað eina eskju í ár. Vit mugu ikki gloyma, at hvør einstøk gáva er givin við gleði, og at hvør einstøk gáva fer at gleða og verma eitt barn í Rumenia, skrivar Christmas Child Føroyar.