Guds orð
Árni Helmsdal
Vit byrjaðu ikki í 1984, tí skaldsøgan hjá George Orwell skuldi fara fram tá, og at vit gjarna vildu hava ein at halda okkum til, sum var yvir Big Brother.
Bæði í Odense og í mongum øðrum býum her á flatlondum var stór andalig signing millum føroyingar í teimum árunum, tá Føroyar vóru í tungari aldu fíggjarliga - eisini tí so nógv fluttu hendanvegin , og at mong ikki fluttu heim aftan á loknan lesnað.
Seinastu árini hevur tað ikki verið so nógv; men tað er kortini altíð ein gleði at savnast um Guðs orð á móðurmálinum. Tað riggar eisini best at luta andaligan humor á móðurmálinum. Tá eg hugsi um hesi 20 árini við felagsskapi um Orðið á føroyskum, so síggi eg tað sum glottar. Til dagligt eri eg í donskum umhvørvi og tosi danskt til arbeiðis og í kirkju/samkomu, tað er heldur enn ikki strævið onkuntíð, og so er tað sum at koma heim at sleppa at hoyra orðið og at sleppa at syngja og biðja á føroyskum.
Hesi árini hava vit fyri tað mesta savnast heima hjá teimum ymsu í og uttan fyri Odense - í 80´unum var Rasmus Rask kollegiið nærmast miðdepulin fyri andaliga verkið millum føroyingar her í Odense.
Eysturoyggin hevur verið høvuðssponsor av fólki til bíbliutímarnar í Odense, Klakksvíkin og Havnin hava verið nøkulunda javnar, og so hava nøkur fá verið aðrastanis frá - jú, jú, nakrir suðringar eisini.
Tá vit hava havt fundir og okkurt stórt tiltak, hava vit lánt onkran skúla ella Pinsa-, Baptist- ella Metodistkirkjuna.
Leygardagin 6. november klokkan 15 30 hava vit ein evangeliskan fund í sambandi við 20 ára haldið.
Vit savnast í teimum hølunum, sum vit oftast hava fingið innivist í hesi árini: í missiónshúsunum hjá Luthersk Missión, Vesterbro 9 B mitt í Odense.
Tú skal inn gjøgnum eitt skot (trongt portur?) millum Parykhuset og Pizzaria Italiano (har Søndergade kemur út i Vestergade/Vesterbro). Tú skalt ikki lata teg forskrekkja av einum tveimum messingskeltum, sum siga: Privat - adgang forbudt for uvedkommende. Tað er grannskoðarin, sum eisini húsast har, sum hevur keypt hesi skeltini. Eingin er óviðkomandi, tá tað snýr seg um at hoyra Guðs orð, og tú ert eisini sera vælkomin til drekkamuðin ein skerpikjøtsbita ella tveir og prátið aftaná. Sami grannskoðarin hevur eisini sett píkatráð á garðin kring parkeringsplássið aftan fyri, so har ber heldur ikki til at klatra uppum - einasta gongda leiðin er tronga portrið...
Øll hesi 20 árini hevur Øssur Berghamar vitjað og uppmuntrað okkum her í Odense, og hann verður eisini við tann dagin saman við øðrum úr Kristnastovu. Páll Dam Hansen var eisini við fyrstu 5-6 árini, og hann er eisini við leygardagin.
Býrt tú Í Odense ella kemur framvið tann dagin, ert tú sera vælkomin at støkka inn á gólvið. Eg eri annars at hitta á 65 96 13 73 ella 30 25 13 73 arnihelm@post.tele.dk
ES. Eg haldi, at kjøtið kemur úr Kunoy.