Føroyingar savnast um Føroyar

 
Í summar hevur verið skipað fyri føroyakvøldum ymsastaðni í Eysturoynni. Undirtøkan hevur verið góð í ár og kvøldini hava verið væl eydnaði og gestirnir sera væl nøgdir. Føroyakvøldini hava verið hildin í Skótadeplinum á Selatrað, í Kappróðrarneystinum á Glyvrum og í Bygdasalinum á Skála.
                      Komandi fríggjakvøld kl. 19 verður aftur føroyakvøld í Bygdasalinum á Skála. Hetta er seinasta føroyakvøldið í Eysturoynni í ár. Á skránni verður eitt breitt úrval av føroyskum mati, so gestirnir fáa etið seg mettar og roynt ymiskan siðbundnan føroyskan mat. Ymiskt undirhald verður á skránni sum t.d. upplesnaður um føroyska samfelagið, søgu og mentan, felagssangur og filmur um Føroyar. Kvøldið endar við eini dansiframførslu, har gestirnir eisini sleppa at royna stev.
                      Atgongumerki til tiltakið kunnu keypast á Kunningarstovunum í Eysturoynni.
 
Mynd: Skáli.jpg:Fríggjakvøldið verður seinasta føroyingakvøldið í Eysturoynni á hesum sinni