7. september var landsinnsavningin hjá Reyða Krossi, og nú er greitt, at innsavningin gav 900.000 krónur. Reyði Krossur sigur soleiðis:
- Reyði Krossur vil hjartaliga takka øllum innsavnarum og teimum, ið lótu gávu til Reyða Kross, á landsinnsavningini 7. september. Úrslitið er væl betri enn í fjør, og er hetta ein sera stór hjálp, har ið neyðin er størst kring heimin.
- Atlantic Airways lat 4 gávubrøv í samband við landsinnsavningina, og allir teir røsku innsavnararnir ið gingu við bússu vóru við í lutakastinum um gávubrøvini. Vinnararnir eru funnir og hava fingið beinleiðis boð. Ein vinnari var í Syðrugøtu, ein í Runavík, ein í Vestmanna og ein í Tórshavn.











