Seinastu tíðina hava nakrir føroyingar fingið salmonella av at eta egg, sum ikki hava verið gjøgnumhitað
Fleiri av teimum smittaðu hava etið egg, sum ikki hava verið gjøgnumhitað, antin sum stokt egg ella sum ráar eggjablommur á búffum, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan í tíðindaskrivi í morgun.
Í fleiri førum koma eggini frá Møllebjerggård Ægpakkeri og nú er neyvt eftirlit við einum garði, sum selir egg til Møllebjerg Ægpakkeri, av tí at illgruni er um salmonella á garðinum. Tað merkir, at garðurin ikki kann selja egg, fyrr enn Fødevarestyrelsen hevur kannað egg frá garðinum fyri salmonella.
Tey smittaðu eggini eru frá búrhønum, sum eru í pakkum við 6, 10 ella 30 eggum í við haldføri 26. mai til 27. juli 2009, men illgrunin umfatar bert egg, sum eru stemplað við CHR-nr. 52395 og tey verða nú afturkallað.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir fólki, sum hava keypt hesi egg, til at fara aftur í handilin við teimum ella beina tey burtur.
Tá ið egg skulu nýtast í mati ella kakum, sum ikki verða gjøgnumhitað, mælir Heilsufrøðiliga starvsstovan fólki til at nýta pasteuriserað egg.
Í sambandi við salmonella eru sjúkuteknini leyst lív, vaml, búkpína, fepur og spýggja.










