Føroyingar sáa, útlendingar heysta

Annita á Fríðriksmørk
------
Kelda: talvurnar eru á heimasíðuni hjá Hagstovuni www.hagstova.fo

Føroysk arbeiðsmegi er nógv eftirspurd í útlandinum. Eftirspurningurin kemst ikki av bíligari arbeiðsmegi, men skal síggjast í føroyskum arbeiðsevnum og serfrøði. Rósið til hesa mobilu arbeiðsmegi verður ikki minni av, at samstundis sum føroyingurin er eftirspurdur, so fer hann av landinum til arbeiðis, í flestu førum uttan at flyta bústað. Hann verður tíbetur búgvandi her og familjan somuleiðis.
Men, - altíð er tað eitt men! Samstundis sum føroyingar kunnu verða stoltur av at verða so eftirspurdir, so eigur tann politiski myndugleikin at gera sær greitt, at orsøkin til methøga talið av føroyingum, sum arbeiða uttanlands, og enntá vaksandi, kemst av manglandi kappingarføri herheima; - bæði í lønum og í avbjóðingum.
Tað er her, vit tapa!
Jamen, kann tað ikki verða líka mikið, um lønirnar verða forvunnar í útlandinum ella í Føroyum?
Men nei, tað er ikki líkað mikið!
Tá so er, fer bróðurparturin av vinninginum av tí, sum føroyski arbeiðstakarin skapar í útlendskar lummar. Skatturin somuleiðis. Og tað er her avbjóðingin hjá tí føroyska samfelagnum liggur.
Avbjóðingin er stór, og sær enntá út til at verða vaksandi. Sambært Hagstovu Føroya (sí talvu), vuksu lønir frá føroyingum í vinnu uttanlands árini frá 2004 til 2011 úr 300 mió kr upp til 850 mió. Hetta er nærum ein trýfalding; og svarar (í 2011) til 11% av øllum lønum, sum vóru vunnar í Føroyum og uttanlanda.



Á Vinnuháskúlanum og í Teknisku skúlunum serstakliga - men eisini á øðrum skúlum, útbúgva vit hvørt ár hópin av serfrøði. Hetta gera vit m.a. við tí fyri eyga, at okkara útbúnu skulu tæna okkara vinnulívið og okkara samfelagið. Men tað almenna og tað privata hava antin ikki uppgávurnar, ella eru tey ikki kappingarfør við okkara grannalond.
Føroyar missa tí ikki bara eftirspurdu arbeiðsmegina, men vit missa eisini tey virði, sum hesi kundu skapt her, - men sum tey ístaðin skapa fyri aðrar arbeiðsgevarar og onnur samfeløg.
Føroyingar klárt á odda
Men er hetta ikki soleiðis allastaðni? Er hetta ikki bara nakað, sum er partur av globaliseringini?
Nei, tað er ikki soleiðis allastaðni. Tað síggja vit á talvuni frá Hagstovuni. Talvan gevur ábendingar um, at onnur samfeløg leggja seg í selarnar fyri at teirra arbeiðsmegi verður verandi í landinum. Gjørdu tey ikki tað, vildi teirra arbeiðsmegi eisini verið gagnnýtt aðrastaðni, og útlendskir arbeiðsgevarar høvdu tá fingið ágóðan. Hetta eigur ein politiskur myndugleiki ikki at finna seg í, og velur tí at hava ein vinnupolitikk, sum forðar fyri hesum. Men hendan politikk ivist eg í, um føroyingar hava! Vit síggja á talvuni, at føroyingar eru klárt á odda í at forvinna lønir uttanlands.
Meðan føroysku lønarinntøkurnar, sum vórðu forvunnar uttanlands liggur millum 6 og 7% av BTÚ, so liggur hetta talið millum 0 og 0,5% í øllum hinum Norðurlondunum.
(Grønland er tó ikki við í talvuni)


Tað er fantastiskt at okkara arbeiðsmegi er so væl útbúgvin, so væl umtøkt og so mobil! Men tað er ikki gott, at politiski myndugleikin dúvar - ótilvitað, má man ganga útfrá - sína globalu tilvitan á, at onnur skulu njóta gott av okkara arbeiðsmegi.
Skattapolitikkur og føroyskar loysnir
Ikki nóg mikið við, at vit ikki megna at lofta hesum frálíku førleikum, vit á hvørjum ári útbúgva. Vit velja samstundis heldur ikki at gera skattapolitisk átøk, sum kundu verið aftursvar til manglandi vinnupolitikkin. Hesir, sum rinda sín skatt aðrastaðni, antin í form av vanligum a-skatti í tí landi teir arbeiða, ella tí teir fáa nettoløn, tvs minni útreiðslur fyri - sum oftast - DIS-reiðarí, høvdu heldur enn fegnir ístaðin rinda sin skatt her á landi, - um tað bara var skipanin. Men tað hevur arbeiðstakarin ikki myndugleika til at broyta! Tað er tað bara politiski myndugleikin, sum kann royna at gera nakað við!
Tí er tað heilt skeiv adressa at lasta hesar, sum arbeiða uttanlands fyri ikki at leggja sín skatt í landskassan. Tað er ikki teirra borð!
Tað er ikki nemt, tað veit eg. Men eru grundgevingarnar í lagi, og forarbeiðið gjørt, so er spurningurin, hvar hasar skattakrónurnar skulu fella, nakað sum kann – alt annað líka - takast til viðgerðar og til forhandling!
Generelt er tann regla galdandi, at tú rindar tín skatt í tí landi, tú arbeiðir. Men undantøk eru, og spurningurin er um áherðsla ikki átti at verið løgd í at komið hesum øki undir eitt av hesum undantøkum, so okkara samfelag fekk - um ikki annað - so part av hesum skattapeningi.
Politiksi myndugleikin kann eisini leggja sín fíggjar- og skattapolitikk til rættis soleiðis, at øll rinda sín part til samfelagið, við tí endamálið at varðveita okkara vælferðarsamfelag.
Vit kunnu kanska hava í huga, at lønirnar hesir fáa eru útgoldnar í samfeløgum har ognarskattur og brúkaragjøld eru partur av útreiðslunum hjá teirra arbeiðsfeløgum.

Føroyskar loysnir
Her mugu føroyskar loysnir til. Avleiðingin av hesum “onki gera” politikkinum er m.a., at landskassin og so sanniliga eisini kommunkassarnir svíða.
Øll framkomin lond gera sítt til at forða fyri at arbeiðsmegin fer av landinum. Tí síggja tølini heilt øðrvísi út hjá øðrum enn hjá okkum.
Í hesi globalu verð fer arbeiðsmegin eisini partur av útboðið og eftirspurningi. Hon fer har tað er praktiskt møguligt, og har hon fær mest fyri sín førleika.
Avbjóðingin hjá okkum er at taka kappingina upp. Gera vit ikki tað, halda vit fram við at útbúgva okkara dugnaligu menn og –kvinnur, og lata útlendskum arbeiðsgevarum og útlendskum landskassum at heysta.