Talið á teimum, sum dagliga roykja, er støðugt minkað seinastu árini. Kunningarátøk og forboð hava skundað undir minkingina, sum støðugt sæst aftur í tølunum, sum Fólkaheilsuráðið fær í sínari árligu fólkaheilsukanning.
Ársins Gallup-kanning av fólkaheilsuni vísir, at 20 prosent av føroyingum eldri enn 18 ár roykja dagliga. Hetta er lægsta tal, sum er mált, síðani kanningarnar byrjaðu.
Bert 15 prosent av kvinnunum roykja dagliga, meðan 24 prosent av monnunum roykja dagliga.
Flestu roykjarar eru í aldursbólkinum 18-24 ár.