Bretin Andy Strangeway fer í summar at gera ferð til Rockall, sum liggur mitt úti í Norðuratlantshavinum. Tað er sera trupul at sleppa upp á rokkin, men Andy Strangeway hevur gjørt seg væl út til at megna hetta. Hann hevur á Rás2 boðið føroyingum við á ferðina, og fleiri hava vent sær til hansara.
- Eg havi fingið fyrispurningar frá fimm ymiskum føroyingum, og tað kann væl verða, at vit hava tveir føroyingar við á ferðini í summar, sigur Andy Strangeway.
Tey, sum vilja vita meira um ferðina til Rockall, kunnu vitja heimasíðuna island-man.co.uk