Føroyingar rokka

Ragnar Finsson verður fríggjadagin 5. septembur at síggja í sendingini Talent 2008, sum DR1 skipar fyri. 12 ára gamli punkarin er sonur Maluna Thomsen og Finn Hansen, ið bæði eru kend í føroyska tónleikaunhvørvinum.

Fríggjadagin 16. mai var upptøkuroynd til kappingina talent hjá DR1. Upptøkuroyndirnar vóru á Torginum í SMS. Nógv royndu seg, men einasti luttakarin, ið fekk møguleikan at royna seg í Danmark, var 12 ára gamli Ragnar Finsson.

- Eg var bara ein túr í SMS. Vit stóðu og hugdu, tá vinfólkini byrjaðu at lokka meg upp á pallin. Til endans segði eg ja, og lænti ein gittara frá einum klaksvíkingi, sum akkurát hevði verið á senuni, sigur Ragnar Finsson, um hví hann endaði við at vera við í upptøkuroyndini til Talent 2008.

Til upptøkuroyndina vóru ongir dómarar, men alt var tikið upp, fyri síðani at vera dømt niðri í Danmark. Líkt er til at dómararnir vóru glaðir fyri framførsluna hjá Ragnari Finssyni, tá hann við gittara og sangi framførdi lagið, Good Riddence hjá amerikanska bólkinum Greenday.


Spælir nógv

Ragnar Finsson gongur í sætta flokki í Venjingarskúlanum, er kvartur gøtumaður og spælir í ikki færri enn tveimum bólkum. Teir kallast Euthanasia og A-55, sum sjálvandi úttalast á enskum. Talan er um punkbólkar. Í A-55 spælir Ragnar gittara og syngur, meðan hann í Euthanasia spælir bass. Hann hevur saman við hesum bólkum, millum annað spælt í útvarpinum og í gullbrúdleypinum hjá ommu og abba sínum.

- Í frítíðini spæli eg gittara, sigur Ragnar við einum stórum smíli, tá hann verður spurdur um hetta.

- Men eg meini tað, eg spæli einar tríggjar tímar hvønn dag, og eg rokni ikki við, at tað eru nógv onnur á mínum aldri sum spæla so nógv, sigur Ragnar.

Við á fundinum við Ragnar, eru eisini foreldur hansara Finnur Hansen og Malan Thomsen. Tey greiða frá, at Ragnar altíð hevur fingist við tónleik, men tað var ikki fyrr enn hann fór at spæla gittara sum seks ára gamal, at tónleikurin ordiliga fangaði hann. Men tað kann ikki sigast annað enn at tónar flóta í unga blóðinum hjá Ragnari Finssyni, tí foreldrini eru bæði kend sum tónleikarar í Føroyum. Mamman sum sangarinna og pápin sum tangentleikari


Fólk eru jalig

- Eg havi ongum møtt, sum hevur sagt nakað negativt um, at eg eri við í Talent 2008, men ordiliga nógv kenna meg aftur og nógv eru komin yvir at heilsa uppá meg, sigur Ragnar.

Eisini greiðir hann frá, at vinfólkini eru sera glað hansara vegna, men kanska eru tey noydd til tað, tí tey lokkaðu hann uppá pallin frá byrjan.


Punkari

At Ragnar Finnson er punkari, er ongin ivi um. Hann hevur ringar í oyrunum, reytt hár í toppinum og svart um vangarnar. Harafturat, er hann ein av teimum fáu, sum kann breggja sær av at hava spælt saman við The Dreams. og er eisini við í sjónbandalagi hjá føroyska bólkinum, ið longu eru eitt stórt punknavn í Føroyum og Danmørk.

Foreldrini greiða frá, at útsjóndin hoyrir til tónleikin, og tað halda tey bara vera stuttligt.

- Eg lurti allíkavæl ikki bara eftir punktónleiki, mær dámar eisini væl Eagles og Michael Bublé er mega kulur, sigur Ragnar avgjørdur.


Hjørring

Tó fæst hann mest við punktónleik, og tað er eisini tað, hann legði seg eftir til undanumfarið í Hjørring, har hann skuldi verða við. Tá spældi hann lagið Good Riddence einaferð enn.

- Eg hevði gelébein, tá eg skuldi upp á senuna, men tað fór burtur rættiliga skjótt, og tað er altíð gott at spæla fyri fólkið.

Tað vóru nøkur hundrað fólk til framførsluna hjá Ragnari Finssyni í Hjørring.

- Aftanfyri senuna var tað ordiligt luksus, ikki so øgiliga fínt, men gott at vera. Mann stóð og bíðaði at sleppa framat, og øll vóru líkasum í sama báti. Tað gjørdi at mann hevði lætt við at tosa saman, og vit gjammaðu eisini eitt sindur, greiðir Ragnar frá.

- Vit skuldu eisini gera samrøður, men eg gjørdi ordiliga nógva feilir og stóð fastur á donskum, men tað leggi eg onki í.

Tey siga eisini, at tey ikki hoyrdu so nógv av framførslunum hjá hinum, tí mann bíðaði, og hoyrdi bara eitt sindur hjá teimum beint frammanundan. Heldur óvæntað var, at reaktiónirnar hjá teimum, sum ikki komu víðari, vóru als ikki líka ógvusligar, sum mann ofta hevur sæð í sjónvarpinum. Bæði tey sum komu víðari, og tey sum ikki komu, tóku úrslitið rættiliga pent.


Ymisk talent

Eyðkenni við hesi kapping, í mun til aðrar, er at talenti ikki neyðturviliga skal finnast innan ávísa list. Hugsast kann at nógv hava gjørt sær dælt av hesum møguleika.

- Eg havi onki ímóti, at hini gera onnur ting enn at syngja og spæla, tað ger onki, um tey gera okkurt við einum yoyo til dømis, tí so leingi teimum dámar at gera tað, er tað fínt, sigur Ragnar álvarligur.

- Tað er eisini tað, sum er við tílíkum kappingum. Mann skal ikki taka tað fyri meira enn tær eru, tí hevur mann okkurt upp á hjarta, skal mann royna víðari, leggur Finnur afturat.

Víðari fortelja tey øll, at ikki alt sum er við er á høgum støði, men at tað helst er ætlanin í eini tílíkari undirhaldssending.


Dómararnir

- Dómararnir hava hvør sína rollu. Ein skal vera kritiskur, ein skal síggja okkurt gott í øllum og ein er bara har, flennir Ragnar.

Hetta greinar hann víðari, tá hann sigur at Peter var kritiskur, Julie sá okkurt gott í øllum og Martin var til pynt.

- Peter bað meg fara heim aftur, og at børn onki skulu gera á eini senu, men hann er eisini løgin, tí sigur Ragnar Finsson. Spurdur hvat hini søgdu, vildi Ragnar ikki siga, tí tað er eitt loyndarmál.


Errin

Men Ragnar dylur ikki fyri, at hann er errin av at vera við í sendingini.

- Guðrun Sólja vann, Vígdis vann og Jógvan Hansen vann eisini, og eg havi onki ímóti at vera sammettur við tey, sigur Ragnar Finsson, við einum loyndarfullum andlitsbrái.

Sendingin við dronginum, sum kann gerast nýggja hjartabarn føroyinga, verður at síggja fríggjadagin 5. septembur.


Fakta

Talent 2008 er kapping, sum DR1 skipar fyri. Ætlanin er at finna størstu talentið óansæð kynstur. Sambært DR1 kann gera tað sama, hvørt talan er um sangarar, dansarar, eldslúkarar ella um mann kastar við lutum. Ætlanin er bert at finna størsta talentið.

Talent 2008 verður mett sum ein sending, ið er sprottin úr røtrunum hjá X Factor, sum Jógvan Hansen úr Klaksvík vann íslendsku útgávuna av.

Kendasta úrslitið av Talent kappingini, sum hevur verið í fleiri londum, er helst Poul Potts, sum var í bretsku útgávuni av sendingini.

Talent 2008 byrjaði í veruleikanum í maimánaði, tá fleiri upptøkuroyndir vóru í Danska kongaríkinum. Upptøkurnar byrjaðu í juni, og nú verða sendingarnar vístar. Um stutta tíð verða allar sendingarnar beinleiðis, har til ber at senda sms-boð inn, men dómararnir, Martin Hall, multikunstnari, Peter Jensen, filmsframleiðari og Julie Steincke, sangleiksstjørna, hava eisini sítt at siga.

Tá finalan verður á skránni verða dómararnir skúgvaðir til viks, og hyggjararnir avgera einsamallir hvør gerst Talent 2008.