Úrslitið sigur rættiliga nógv um dystin og dystargongdina. Norðmenn vóru so ruddilgia oman á alla tíðina, og endaligi málmunurin upp á 5-0 er ikki ov nógv.
Føroyska U19 landsliðið vann annars 1-0 á Noreg í bólkaspælinum, men tann sigurin kundi væl verið nógv størri, men neyvleikin vantaði og tí gjørdist sigurin ikki størri enn tað sama.
Í tí dystinum var norska liðið langt frá sannførandi, og við tí í huganum, at Noreg var einasta stigaleysa liðið í bólkaspælinum, vóru vónirnar til eitt hampiligt úrslit avgjørt til staðar.
Tvey eins mál
Tað vóru ikki meiri enn seks minuttir spældir, tá norðmenn struku fram um. Ein bóltur varð skotin hart og flatt inn í brotsteigin, og sá hann út til at raka fleiri bein á vegnum, áðrenn Anders Konradsen beindi hann í málið.
Fimm minuttir seinni hendi akkurát tað sama. Bólturin kom inn í brotsteigin í vinstru síðu, men verjan fær ikki fótin á og so er Kenneth Jensen framvið fyri fyrstu ferð í dystinum, og leggur norðmenn á odda 2-0.
Hesi bæði málini góvu norðmonnunum veruligt sjálvsálit, meðan føroyingarnir nú vórðu ráðaleysir og vistu ikki hvat var til ráða at taka. Enn vóru ikki meiri enn ellivu minuttir spældir, og teir vóru aftan fyri 2-0.
Lítið broyttist tó næstu løtuna og tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin skoraði Noreg til 3-0. Hesaferð at málskjúttin Kristian Brix ein maður, sum við sínum ótrúliga skjótleika, voldi føroysku verjuni stórar trupulleikar allan dystin á tamb.
Leiðslan upp á trý mál sá út til at verða hálvleiksstøðan, men inni í yvirtíðini sendu norðmenn eitt kanónskot avstað úr 25 metrum. Petur M. Magnussen í málinum var knappur og veittraði harða skotið upp á tvørtræið. Ein sera flott bjarging, men tíverri datt bólturin niður fyri føturnar á Kenneth Jensen, og hóast Petur M. Magnussen var um at fáa fatur á skotinum frá Kenneth Jensen, so eydnaðist tað norðmanninum at fáa bóltin í netið.
Eitt lítið korter inn í seinna hálvleik kom seinasta málið í dystinum. Bólturin varð spældur upp í vinstru síðu. Síðani varð hann spældur tvørtur um vøllin til Anders Konradsen, sum driblar seg leysan og roynir seg úr spískum. Málverjin fær vart fyri skotinum í fyrstu atløgu, men so er tað, at Kenneth Jensen er framvið og hjá honum er lætt at leggja returin í netið.
Einasta stórtapi
Soleiðis endaði seinasti dysturin hjá U17-landsliðnum við einum veruligum stórtapi. Størsti málmunurin undanfarnu dystirnar var trý mál, men leygardagin skrædnaði so hjá føroyingunum.
Hinvegin kunnu vit aftan á kappingina staðfesta, at fyri nøkrum árum síðani endaði meginparturin av dystunum hjá Føroyum í eini slíkari kapping við einum úrsliti sum hesum, men at tað nú er sera langt í millum tey heilt stóru tapini.
Leikararnir á U17-liðnum skulu tó als ikki smæðast yvir sítt avrik. Teir spældu eina fína kapping, og sigurin móti Íslandi er eitt sera flott úrslit.