Klokkan 17 í dag verður Lars Olsen presenteraður sum nýggjur landsliðsvenjari. Hetta er ikki farið aftur við borðinum hjá donsku bløðunum.
- Mær stendur púra greitt, at talan er um eina lítla fótbóltstjóð. Vit kunnu ikki vænta at vinna allar dystirnar. Tað veit eg væl, men vit hava sæð eina mening, og vit hava fingið fýra stig í undanfarnu EM undankapping. Og tí fara vit eftir aftur, sigur Lars Olsen við sporten.dk.
- Hóast talan er um eina lítla fótbóltstjóð, so livir fótbólturin har uppi, og tey eru fótbóltsør. Tey eru ógvuliga ambitiøs alla tíðina at menna seg. Hesum vil eg fegin vera ein partur av, sigur Lars Olsen.
Lars Olsen byrjar í starvinum hin 1. desember, og sáttmálin er galdandi fyri komandi HM undankapping.








