Ongantíð áður hava so nógv brúkt e-skattaskipanina, nú freistin at lata Sjálvuppgávuna fór tann 1. mai. Ein uppgerð hjá TAKS vísir, at í alt 6707 Sjálvuppgávur eru lætnar inn umvegis e-Skatt. Í fjør brúktu samanlagt 4448 borgarar skipanina. Sostatt er talan um eina framgongd sammett við í fjør.
- Tað hugaligt at staðfesta, at fleiri og fleiri taka e-skattaskipanina til sín. Tað vísir seg bæði at vera skjótari og lættari at avgreiða síni viðurskifti á netinum, og tí royna vit at eggja fólki at brúka e-Skatt, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS.
Tað er ikki bara í Føroyum, at borgarar hava tikið elektronisku e-skattaskipanina til sín. Í Svøríki hevur skipanin veruliga vundið upp á seg. Yvir 3 milliónir sviar brúktu skipanina, nú Sjálvuppgávan skuldi latast inn í farnu viku.
- At avgreiða síni viðurskifti á netinum er framtíðin. Tað vísir seg, at færri mistøk verða gjørd og tað krevur minni fyrisiting, tá fólk brúka e-Skatt. Hóast vit kunnu staðfesta ein framgongd, so er okkara greiða mál at fáa enn fleiri borgarar at avgreiða síni viðurskifti umvegis netið, sigur Eyðun Mørkøre.
Í ár fingu í alt 5603 føroyingar Sjálvuppgávu, meðan 8703 fingu Kapitalvinningssjálvuppgávu.