Føroyingur, sum hevur hildið møtir saman við Evangelist, kennur seg púra tryggan við felagsskapin. Evanglist er nú fyri hørðum atfinningum í Danmark fyri at fara illa við børnum, tá ið illir andar skulu rekast úr teimum DR hevur ført fram, at børn verða útsett fyri torturlíknandi støðum í Evangelist, tá ið illir andar skulu rekast úr teimum. Eftir sendingina hjá DR í sunnukvøldið hevur ein lokapolitikari í Keypmannhavn meldað bæði felagsskapin Faderhuset og Evangelist til løgregluna fyi ágang ímóti børnum.
Høvuðsmaður í felagsskapinum Evangelist er Christian Hedegaard, sum fleiri ferðir hevur verið í Føroyum og hildið møtirøðir fyri føroyingum. Hann afturvísti øllum skuldsetingum í gjár her á Rás2.
Ein av teimum, sum hevur samstarvað nógv við Evangelist, og hevur hildið møtir saman við teimum í Føroyum, er Eyðun Jacobsen.
- Eg kann bara siga, hvat eg havi upplivað, og tað hevur bara verið positivt. Evangelist ger eitt stórt vælgerandi arbeiði millum fólk, sum eru komin illa fyri. Eg havi ikki upplivað nakað av tí, sum fólk greiddu frá á DR, men eg skal ikki nokta fyri, at onkur mistøk verða gjørd í einum so stórum felagsskapi, sigur Eyðun Jacobsen við Rás2.
Í næsta mánaði koma Christian Hedegaard og hansara fólk aftur til Føroya at halda møtir, og Eyðun Jacobsen sær ongan trupulleika við hesum, hóast tað sum nú er frammi í Danmark.
- Eg kenni meg púra tryggan við Christian Hedegaard. Hann er ein góður talari, sum hevur nógv upp á hjartað, og sum torir at standa við sítt. Men hann ger ikki nakað, sum hann ikki skal gera, sigur Eyðun Jacobsen.










