Føroyingar populerir í Finlandi

Beint aftaná ólavsøku fór barnasjónleikarafelagið Dramaverkstaðið til Finlands, har barnasjónleikarastevna var á skránni teir næstu 10 dagarnar. ? Vit føroyingar vóru ógvuliga populerir, sigur ferðaleiðarin Hjørdis Johansen, vælnøgd við avrikið hjá føroysku børnunum.
Barnasjónleikarastevnan er eitt afturvendandi tiltak í norðanlondum. Fyri tveimum árum síðani varð stevnan í Svøríki, og í 2005 verður hon í Danmark. Stevnan er fyri børn í aldrinum 8-13.
Tey føroysku børnini hava vant sjónleikin "Ikki eitt orð um morð" síðani síðsta heyst. ? Tað gekk ógvuliga væl hjá børnunum at framføra leikin á stevnuni, sigur Hjørdis Johansen, sum sigur seg vera vælnøgda við ferðina, ið byrjaði 1. august og endaði 11. august.
Áhugin fyri føroyingunum á Finlands-ferðini varð stórur, og finska blaðið Österbottningen hevði grein tann 5. august um føroysku børnini og teirra avrik. Blaðið skrivar, at børnini vóru væl vand og glað fyri at spæla. Hetta játtar Hjørdis Johansen, og hon leggur afturat, at tey trivust ógvuliga væl hesar dagarnar, tey vóru í Finlandi.
Tað vóru umleið 70 fólk á stevnuni, og Hjørdis sigur, at hetta eru færri enn vanligt. ? Tað plagar at verða nógv fleiri fólk, onkuntíð upp til 600 børn, sigur Hjørdis og skoytir uppí, at tað vórðu færri luttakandi lond í ár enn undanfarin ár.
Tað var MÁF, Meginfelag áhugaleikara Føroya, sum stuðlaði sjónleikar-ferðini til Finlands, og føroysku børnini fingu eisini peningaligan stuðul úr ymsum norðurlendskum grunnum.
Spurd um norðurlendska Barnasjónleikarastevnan nakrantíð kemur til Føroya, sigur Hjørdis Johansen, at tað er møguligt.