Egil Olsen vitjaði fyri tíð síðani saman við øðrum stjórum í landinum á Hotel Føroyum, har íslendskur kokkur saman við Birgiri Enni og Dánjal Rein sýndu, hvussu stórir møguleikar eru at gera spennandi rættir úr fiski.
Munar ikki fyri útflutningin
Stjórin á Sandoy Seafood heldur, at tiktakið á Hotel Føroyum var sera áhugavert, og hvør einstakur fekk at síggja, hvørjir spennandi møguleikar eru at gera leskiligar rættir úr fiski. Men hann heldur ikki, at hann kann nýta tiltakið til gagns fyri útflutningsvirksemi hansara. Tó heldur hann, at tað kundi hjálp til at fingið føroyingar at innsæð, at aðrir møguleikar eru í fiski, enn bert at gera frikadellur úr honum ella ræsa hann.
Eg haldi, at eg lærdi meira av tiltakinum sum privatpersónur, enn sum leiðari fyri eina útflutningsfyritøku. Eg fekk veruliga eyguni upp fyri, hvussu nógvir spennandi fiskarættir eru í at velja, sigur ein væl nøgdur Egil Olsen.
Marknaðurin ov lítil
Egil Olsen heldur føroyska heimamarknaðin vera ov lítlan til, at virkið kann leggja seg eftir at gera spennandi rættir úr fiski til vanliga føroyingin. Harafturat metir hann hugburðin hjá føroyingum fyri fiski stríða ímóti hesum.
Tá føroyingar skulu hava fisk, so skal hann helst vera ókeypis.
Føroyingar meta veruliga fisk sum 2. floks matvøru, meðan útlendingar gera beint tað øvugta, sigur Egil Olsen, ið heldur, at um føroyingar vóru vanari við at eta úti á matstovum, so hevði kanska møguleiki verið fyri at selt fisk til heimamarknaðin.
Men Sandoy Seafood tekst hóast alt við at framleiða fiskaúrdráttir til føroyingar. Virkið selir nevniliga beinfríðar kjálkar, lippur og annað til matstovur Føroyum. Millum annað verður hetta selt til Hotel Føroyar. Tó heldur Egil Olsen, at tað fyri tað mesta eru útlandskir gestir, ið hava áhuga fyri hesum. Hann heldur, at føroyingar hava ein hugburð, ið sigur, at ein ikki eigur at fara á matstovu og gjalda fyri at fáa fiskarætt.
Egil Olsen ásannar, at t.d. Birgir Enni ger nógv við at gera góðar rættir úr fiski, men hann heldur, at ikki hetta er nakað, ið gevur tann heilt stóra vinningin av sær, men heldur at hetta verður gjørt av berum áhuga.