Føroyingar á oljusøku í Stavanger

Føroyskt øl og føroyskar øður ? føroyskur spælimanstónleikur og føroyskar ullarvørur ? alt hetta kundu norðmenn og útlendsk oljufólk uppliva í føroyska tjaldinum á bryggjuni í Stavanger, tá oljumessa var hildin í býnum herfyri

Olja og mentan

Tað var sum á ólavsøku, tá oljufólk úr øllum heiminum hittust til oljumessu og oljuráðstevnu í Stavanger fyri stuttum. Umframt framsýningarnar og fundirnar í stóru høllunum í býnum var alt havnaøkið avtikið við tjøldum og mongu útivershúsunum. Og umframt mongu oljufeløgini, ið leita sær til norska oljuhøvuðsstaðin annaðhvørt ár er hetta eisini at meta sum ein serstøk høgtíð fyri vanliga norðmannin.

Í mongu tjøldunum á bryggjuni eru umboð fyri ymsar býir og lond. Skipað verður fyri onkrum til gaman og álvara. Og her stendur føroyska tjalið ikki aftanfyri hini. Í sambandi við at Tórshavnar Kommuna og Stavanger Kommuna havda knýtt tættari bond og samstarv var til hesa oljumessuna sett upp tjald at hýsa ymsum føroyskum tiltøkum.

Oljustevnudagarnar var føroyska tjaldið tí eisini nógv vitjað av bæði føroyingum og norðmonnum og útlendskum oljufólkum. Jan Christiansen, borgarstjóri, sum var við til stevnudagarnar, er fegin um tað samstarv, sum hevur tikið seg upp millum kommurnar báðar. Hann metir tað vera skilagott at hava slíkt tjald at hýsa ymsum føroyskum tiltøkum fyri harvið at kunna seta fokus á Føroyar. Ætlanin var upprunaliga, at Norðlýsið skuldi liggja við bryggjuna sum ein partur av hesum føroyska tiltakinum, men hetta varð av ongum. Tað gjørdist rætt og slætt ov dýrt. Fyrireikararnir høvdu vónað at fáa stuðul til tiltakið frá eitt nú Statoil. Tað eydnaðist ikki. Men við ella uttan Statoilstuðul syrgdi Tórshavnar Kommuna saman við kommununi í Stavanger fyri, at tjaldið varð sett upp.

Við í tjaldinum vórðu fleiri føroyskar fyritøkur og stovnar, sum Ferðaráðið, Smyril Line og Atlantic Airways. Teirra uppgáva var at skapa áhuga fyri Føroyum sum ferðamáli. Haraftrat vóru so ullarvørur frá Sirri. Síðani stóð Birgir Enni fyri matgerð, har hansara eyðkendi øðurættur varð á skránni saman við bjóri frá Restorffs. Listarligi parturin varð ikki gloymdur. Spælimenninir spældu og gjørdu oljusøkuna í tjaldinum bæði hugnaliga og ógloymiliga. Í kjalarvørrinum á frálíkar tónleikinum gingu fløgurnar hjá Tutl sum heitt breyð, og tað sama gjørdi vøkru og yndisligu pløggini hjá Sirri. Men har varð skjótt útselt. Føroyski listamaðurin Helgi Joensen, sum hevur kunnað gjørt sær dælt av oljumenningini í býnum í meira enn eitt mannaminni var eisini partur av tjaldumhvørvinum við sínum sermerktu og sjáldsomu listaverkum.

Samanumtikið - síggja vit burtur frá, at Føroyar ikki júst hava verið í fokus á oljumessuni í Stavanger hesaferð ? so var hetta tiltakið, sum Tórshavnar Býráð stóð fyri, eitt frálíkt, livandi og positivt íkast til nakað so materialistiskt og ?kalt? tiltak sum ein oljumessa við sínum afturvendandi rørum, slangum, borum ol. kann vera.

Tað er einki at ivast í, at hetta tiltakið á bryggjuni í Stavanger er góður botnur at leggja fyri framtíðina. Um tvey ár verður aftur messa í Stavanger. Og til ta tíð eru Føroyar møguliga komnar í fokus í altjóða oljuhøpi við einum ella fleiri oljufundum. Og tá vil eitt føroyskt tjald og Norðlýsið við bryggjuna vera eitt einastandandi høvi at selja Føroyar og føroyskar vørur ? fyri ikki at siga at gera vart við okkara list og mentan.

Tað er heldur ikki ov nógv sagt, at gravgangur varð eftir flottu pløggunum hjá Sirri. Tey gingu sum heitt breið eins og fløgurnar hjá Krisjani og teimum. Tøkk til Tórshavnar Býráð, til luttakararnar í tjaldinum og ikki minst til tykkum fýra, sum mannaðu Spælimansbólkin, sum við sínum frálíka tónleiki dró mangan Stavangerbúgva og útlendskt oljufólk til tjaldið.

Marknaðarføring er so nógv. Marknaðarføring krevur at verða væl fyrireikaður og at verða á rætta staðnum til ta røttu tíðina. Og ikki minst: við teimum røttu vørunum og teimum røttu fólkunum. Livst so spyrst. Ella - Spyrst so livst.