Føroyingar og útlendingar spæla á ólavsøku

Ólavsøkuskráin er rúgvismikil sum vanligt og tað kann vera lætt at villast í øllum tiltøkunum. Vit í in.fo hava tí gjørt av at hyggja nærri at skránni og savna allan tónleikin saman á einum stað.

 

Tveir høvuðspallir eru í ár, annar á Skálatrøð og hin á Vaglinum.

 

Á Skálatrøð byrjar Beinir ballið klokkan 18, samstundis um Jasmin leggur fyri á Vaglinum. Umframt tey bæði, so spælir GHM eisini á trappuni hjá Ebenezer klokkan 18. Eftir Jasmin er tað fyrst Harmonikufelagið klokkan 19 og síðani Hettaher klokkan 20.

 

Vóru tónarnir frá Harmonikufelagnum ikki nokk, er at leita sær oman í Vágsbotn, har harmonikuhugni og -dansur byrjar klokkan 20.

 

Síðani traðkar Eyðun Nolsøe á pallin á Skálatrøð klokkan 21, og klokkan 22 spælir Silvurdrongur á Vaglinum. YOHNA rundar kvøldið av á Vaglinum á midnátt.

 

Tað eru Ernst Sondum Dalsgarð og vinfólk, sum leggja til brots, tá tey klokkan hálvgum seks ólavsøkuaftan fara at spæla í Havnar kirkju.

 

Umframt alt hetta er stór fólkatónleikarastevna í Reinsarínum frá klokkan 16 til 22 báðar dagar.

 

Náddi tú ikki at hoyra Beinir ólavsøkuaftan, so fært tú høvi aftur ólavsøkudag, sama dag, sama tíðspunkt, tað vil siga klokkan 18 á Skálatrøð.

 

So er at sala sær niðan á Vaglið har fyrst Son of Fortune spælir klokkan 19 og síðani Robert McBornie klokkan 20. Harmonikuhugnin í Vágsbotni er bæði ólavsøkuaftan og ólavsøkudag.

 

So koma stóru kanónirnar. Klokkan 21 spælir Signar á Homrum á Skálatrøð, men longu klokkan 21.30 spælir Rosanne Cash, dóttir navnframa Johnny Cash, á Vaglinum.

 

Síðani er tað sjálvandi midnáttarsangurin og føroyski dansurin, sum eru eftir at uppliva.