Føroyingar og ísraelar á pall í Norðurlandahúsinum

(Rás2) Hoyr Svenning av Lofti greiða frá føroyska-ísraelska fagnaðarkvøldinum, sum verður í kvøld klokkan 19

 

 

 

Í kvøld klokkam 19 verður skipað fyri einum føroyskum-ísraelskum fagnaðarkvøldi í samband við, at Svenning av Lofti hevur verið ferðaleiðari í Ísrael gjøgnum 40 ár.

 

Ísraelsk-yemenittiski fólkatónleikabólkurin Gulaza spælur og syngur um viðurskiftini hjá kvinnum í Yemen gjøgnum tíðirnar - eitt mentannarligt innlit í tey kor, sum kvinnur har umleiðir liva undir. Maja Tjørnelund Sørensen frá ísraelsku sendistovuni í Keypmannahavn, greiðir frá ísraelska tónleikarabólkinum Gulaza.

 

Heine Lützen fer at syngja saman við Ebenezer-kórinum, og Marner av Lofti fer eisini at syngja.

 

Gestarøðari verður Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, sum hevur ferðast í Ísrael á einari ferð, sum Svenning av Lofti skipaði fyri. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Svenning av Lofti greiða frá føroyska-ísraelska fagnaðarkvøldinum.