Føroyingar og russarar í hornatøkum í nátt

Løgreglan mátti tvær ferðir leggja upp í tá ið føroyingar og russiskir sjómenn komu til ilnar

Tvær ferðir í nátt mátti løgreglan leggja uppí eftir at føroyingar og russiskir sjómenn vóru komnir til ilnar.

 

Fyrru ferð var í Runavík, haðani løgreglsan fekk fráboðan um, at ein russiskur sjómaður hevði sligið ein føroying niður.

Tá ið løgreglan kom á staðið, vísti tað seg ikki at vera so galið, men partarnir vóru komnir til ilnar og menn vórðu bæði fýrdir og skumpaðir. Løgreglan sigur, at onkrir av føroyingunum høvdu fingið smásnuddir.

 

Tað endaði við, at russararnir vórðu koyrdir umborð á skipið, teir vóru við, men teir fáa nú bót fyri at hava brotið politiviðtøkurnar.

 

At kalla samstundis komu boð úr Fuglafirði um, at russiskir sjómenn og føroyingar, vóru komnir til ilnar, og tann, sum ringdi, stúrdi fyri, at tað fór at enda við rættiligum bardaga.

 

Løgreglan kom á staðið, men tað var mest róp og skump ímillum partarnar og tað eydnaðist løgregluni at sissa teir, áðrenn tað hendi meiri. Eisini hesir russararnir vórðu koyrdir umborð aftur á skipið, teir vóru við.

 

Løgreglan sigur, at í báðum førum tók skiparin ímóti russisku manningini og hann hevði ikki tikið tað væl upp, at manningin hevði elvt til ónáðir í landi.

 

Annars hevur løgreglan eisini kannað átta skeinkistøð í miðstaðarøkinum í nátt, men har vóru øll viðurskifti í lagi. Løgreglan hyggur eftir um tað eru fleiri fólk inni, enn loyvt er, um ung undir 18 ár eru inni, um rýmingarvegir eru frámerktir og at tað er farandi eftir teimum, at øll skelting er eftir forskriftunum o.s.fr.