Í meira enn 100 ár hava føroyingar verið í tøttum samstarvi við grønlendingar serstakliga á fiskivinnuøkinum. Nú báðar grannatjóðirnar í Norðuratlantshavi hava sett leiting eftir olju og gassi út í kortið eru nýggir møguleikar fyri samvinnu. Ein av teimum royndu grønlendsku politikarunum, fyrrverandi landsstýrisformaður og nú fólkatingsmaður fyri Siumut eftirlýsir eitt meira hjartaligt og gevandi samstarv, har oljuvirksemi eisini kann vera ein partur. 2. desember setti Grønland hol á eitt nýtt kapittul í royndunum at finna svarta gullið í undirgrundini, tá sjey oljufeløg fingu tillutað loyvi í Vesturgrønlandi, júst 10 ár eftir at tey fyrstu leitiloyvini vórðu latin í Føroyum.
Stór fyrireiking
Sosialurin hevur spurt Lars Emil Johansen, um tað er ein góður útviklingur fyri Grønland, at tey stóru oljufeløgini nú standa í bíðirøð at sleppa at leita eftir olju við Grønland?
– Ja, tað haldi eg so avgjørt. Tað er eitt úrslit av einum politiskum arbeiði, sum er gjørt yvir fleiri ár, og sum eg sjálvur var við til at seta skjøtil sum landsstýrisformaður. Tað skuldi gerast eitt stórt arbeiði fyri at vekja áhugan hjá útlendskum oljufeløgum fyri okkara undirgrund. Tað hevur tikið 20 til 25 ár. Eg kann bara vera nøgdur við gongdina og hesa hátíðarløtuna, tá vit lata útlendsku oljufeløgunum síni loyvi.
Lars Emil Johansen vísir eisini á gongdina øll hesi seinastu árini, har størri og størri fokus er sett á Grønland orsakað av ymsum mineralum og seinni eisini olju, nú fleiri tekin eru um, at olja finst í undirgrundini.
– Fyrstu boringarnar hjá skotska oljufelagnum Cairn Energy benda eisini á, at tað finst olja í undirgrundini. Spurningurin er bara, hvussu stórar oljugoymslurnar eru og hvar tær eru. Sjálvur havi eg alla tíðina hildið, at tað er bara ein spurningur um tíð, til oljan verður funnin. Tað segði eg eisini, tá eg tók meg aftur sum landsstýrisformaður fyri 14 árum síðani. Og okkurt bendir á, at tíðin er komin ella er við at nærkast.
Broytingar
Hvussu heldur Lars Emil Johansen, at stór oljufund fara at broyta Grønland?
– Stór olju- og gassfund fara at ávirka og broyta Grønland markant. Vit mugu verja okkum móti møguligum óhepnum avleiðingum. Líka mikið hvat tú finnur í undirgrundini – olju, gass ella mineralir, so mugu vit seta tey neyðugu umhvørviskrøvini, og tað skulu vera tey mest víðgongdu krøv, ið hugsast kunnu. Umhvørvisliga eru vit í Grønlandi kanska tað mest viðkvæma økið í øllum heiminum. Hesi krøv skulu eisini fevna um at seta pengar av til at rudda upp, um okkurt skuldi gingið heilt galið.
Hann vísir á, at bæði sosialt og búskaparliga fer ein oljuvinna eisini at hava ávirkan á Grønland. Samfelagsliga og politiska ávirkanin er kanska tann, ið vit í dag geva minst gætur, td. um túsundtals fremmandir arbeiðarar koma henda vegin. Eg haldi vit eiga at geva tí socioøkonomisku ávirkanini, sum oljan fer at hava á grønlendska samfelagið, meira ans enn vit hava gjørt higartil.
Lars Emil Johansen ivast tó onga løtu í, at grønlendingar eins og aðrar tjóðir eiga at gera tað tey eru ment fyri at finna møgulig ráevni í undirgrundini. -Eru ríkidømi í okkara undirgrund, so vil tað vera heilt tápuligt at vera bundin at blokkinum úr Danmark. Eiga vit ríkidømi í undirgrundini, so skulu vit so sanniliga eisini troyta tey. Men vit mugu framhaldandi seta stór krøv til umhvørvi, heilsu og ta ávirkan henda vinna fer at hava á samfelagið. Her hugsi eg eisini um krøvini til útbúgving og at varðveita okkara mentan.
Sjálvberandi búskap
– Sær tú oljuna sum lykilin til eina sjálvstøðuga grønlendska tjóð?
– Í hvussu er ein sjálvberandi grønlendskan búskap. Tað er eisini ein spurningur um vilja og um útbúgving. Tú verður ikki sjálvstøðugur, um tú bara vil hava pengar. Kanska beint tvørturímóti. Tú kanst blíva bundin at pengunum. Tú mást politiskt vera árvakin um, at tað skal vera vegurin til sjálvstýri. Tú skal eisini orða sjálvstýri og sjálvræði sera neyvt. Um sjálvstýri bara er at útrópa republikkina Grønland í morgin ella ein dag, so verður tað ikki eitt veruligt sjálvstýri men meira ein isolatión í mun til restina av heiminum.
Lars Emil Johansen heldur eisini, at grønlendingar skulu velja sínar vinir, tá teir eru fátækir. Tá fær tú teir bestu og røttu vinirnar. Tá tú er ríkur er eingin trupulleiki at fáa vinir, men sum kanska ikki eru so nógv vinir kortini.
– Eg haldi tí, at Grønland skal velja sínar vinir, áðrenn vit hava fingið oljuinntøkur. Eg haldi eisini tað hevur týdning, at Grønland ikki brúkar allar sínar oljuinntøkur. Ein alt ov víðgongd, markant broyting av tí grønlendska samfelagnum fer ikki at vera sunn. Tann fyrsti parturin av inntøkunum skal avloysa blokkin úr Danmark, soleiðis at Grønland ikki er bundið at hesum tilskotinum. Harnæst skal talan verður um at økja um vælferðina og fremja eina útjavning av teimum sera stóru sosialu ójavnunum. Síðani eina betran av útbúgvingarstovnunum, íbúðunum, heilsuviðurskiftunum, fleiri fólk í arbeiði og eina menning av tænastufakunum. Haraftrat er tað sera týdningarmikið, at vit leggja oljupengar í ein grunn, sum kann koma komandi ættarliðum til góðar.
Tað er soleiðis við oljuni og øðrum virðum í undirgrundini, at hesi ikki endurnýggja seg. Ein dag er tómt, hóast hesin dagur kanska liggur langt frammi í tíðini. Tí er sera umráðandi, at talan ikki verður um eina risastóra veitslu, tá oljan fer at oysa upp úr undirgrundini.
Oljan avloysa blokkin
Hvussu heldur Lars Emil Johansen, at ein oljumenning kann vera við til at broyta viðurskiftini millum Grønland og Danmark.
– Hon nýtist ikki at broyta nakað. Hon kann tó broyta støðuna so, at vit vera ikki so bundin at blokkinum. Teir flestu grønlendingar eru hugaðir fyri at hava góð viðurskifti, relatiónir til Danmark, eisini tann dag vit gerast óheft og ikki nýtast at fáa danskar pengar. Og tann dag vit ikki longur hava brúk fyri at lata Danmark samráðast um okkara uttanríkis- ella trygdarpolitikk. At broyta samstarvið og relatiónirnar, sum hava verið millum Grønland og Danmark gjøgnum 300 ár er ikki bara ein spurningur um politiskan ella búskaparligan førleika men eisini eisini ein spurningur um vinarlag millum menniskju og ein lívfrøðiligan felagsskap, og tað er nakað vit mugu virða. Men vit skulu hava sjálvstýri í størstan mun, og vit skulu klára okkum sjálvi bæði politiskt og búskaparliga. Sum lond á jøvnum føti mugu vit samstarva, men vit mugu út av donsku grundlógini. Vit skulu ikki vera eitt hjáveldi.
Lars Emil Johansen vísir til skipanina við sjálvbodnum felagsskapi “Free association”, sum merkir ríkisfelagsskap uttan at verða bundin at eini grundlóg. Man kann t.d. avtala, at man rekur ein felags uttanríkis- og trygdarpolitikk. Og man kann eisini avtala at reka ein felags útbúgvingarpolitikk, um tað er tað man vil.
– Eg havi arbeitt fyri sjálvstýri og sjálvræði øll tey 40 árini eg havi verið í politikki. Vit fingu heimastýrisskipanina, sum var fyrsta stigið móti sjálvstýri. Nú hava vit so tikið enn eitt stig við sjálvsstýrislógini, og næsta stigið aftur verður fult sjálvstýri.
The grand old man í grønlendskum politikki heldur fyri, at sjálvstýri er ikki nakað, sum kemur, tað er nakað man skapar. – Tað er ikki nakað vit umrøða við danir men nakað, sum vit her í Grønlandi umrøða saman. Hvat vilja vit! Sjálvstýri merkir ikki isolatión. Sjálvstýri merkir eisini, at vit skulu velja aðrar vinir umframt danir, eitt nú tey lond, sum vit kanska ikki hava samstarvað so nógv við, t.d. Ísland, Kanada og USA. Eitt samstarv í Norðuratlantshavi røkkur longur, um eitt nú vit grønlendingar sjálvir kunnu gera av, hvørjar vinir vit ynskja at hava. Vit skulu ikki spyrja á Asiatisk Plads í Keypmannahavn, har uttanríkisráðið heldur til.
Aggresivir føroyingar
– Føroyar leita eisini eftir olju og gassi. Hvussu sær tú líkleikan ella ólíkleikan millum Føroyar og Danmark øðrumegin og Grønland og Danmark hinumegin, nú londini royna at finna ráevni, sum kunnu avloysa blokkin?
– Eg haldi vit líkjast sera nógv, tá talan er um at fáa politiskt sjálvstýri og ein sjálvberandi búskap. Eg havi tó varhugan av – og hetta er bara nakað, sum eg havi eina kenslu av og ikki veit við vissu – at viðurskiftini, relatiónirnar millum Føroyar og Danmark eru meira aggressivar, harðligar og fastlæstar. Í Grønlandi eru vit gingin burtur frá hesum aggresivitetinum, sum merkti okkum í 60-unum og 70-unum og fram til heimastýrið. Í dag eru vit meira fyri samstarvi. Vit siga, at vit ynskja ikki at vera stýrd av ella undir nøkrum øðrum, men vit vilja heldur ikki vera fíggindalig móti Danmark. Vit hava so nógv í felag. Har upplivi eg tað so, at man frá ávísum síðum í Føroyum er meira aggressivur móti Danmark og hevur minni felagsskapskenslu yvirfyri Danmark. Tað er eitt sindur løgið, tí føroyingar og danir líkjast nógv hvørjum øðrum á fleiri økjum og meira enn grønlendingar og danir líkjast.
– Kann tað vera, at grønlendingar eru meira pragmatiskir enn føroyingar í viðurskiftunum við Danmark?
– Ja tað kann gott vera. Vit elska okkara kenslur. Kenslurnar hava nógv at siga í grønlendska gerandisdegnum. Tá vit syngja og eru saman. Og tí hava vit eisini nógvar og sterkar kenslur yvir fyri okkara familjum, sum búgva í Danmark og fyri tað eisini í Føroyum.
Felags stev
Lars Emil Johansen heldur, at føroyingar og grønlendingar eiga at finna saman og finna eitt felags stev í royndunum at koma út úr donsku grundlógini og royna at finna fram til eina “modus vivendi” støðu í sambandi við framtíðar viðurskifti við Danmark. – Eg vóni, at eisini føroyingar fara at finna út av ikki at hava eina so harðrenda, aggressiva støðu til Danmark. Tað er nakað, sum framtíðar ættarlið koma at bera. Fyrigeving er eitt tað størsta, sum eitt menniskja kann geva fyriuttan kærleika. Kunnu vit fyrigeva hvørjum øðrum, so vilja vit spara nógvar kreftir og framtíðar ættarliðum fyri óneyðugan aggressivitet og óneyðugan fíggindaskap.
– Kunnu framtíðar oljuinntøkur frá grønlendsku og føroysku undirgrundini vera partur av royndunum at finna hetta góða stevið við Danmark, sum tú nevnir?
– Eg tori ikki at siga, hvussu tað kann vera fyri Føroyar, men eg ivist í, hvørvítt tað fer at bøta um vinskapin til Danmark. Eg vóni tað verður so fyri Grønland. Tað kann koma at minka um spenningin, sum er millum londini, har man í dag upplivir blokkin sum eina búskaparliga spennitroyggju. At man sleppur undan at skula hoyra og lesa úttalilsi um, at vit kosta Danmark so og so nógvar pengar. Herfyri kom bók út skrivað av dana, sum hevði verið í Grønlandi, og har hann ger upp, hvussu nógv hvør dani betalir til hvørja grønlendska familju. Slíkt er ikki uppbyggjandi og gott fyri nakran. Tað er eyðmýkjandi og nakað, sum vit helst vildu sloppið undan. Tí mugu vit sleppa okkum burtur úr búskaparligu undirbrotligheitini og skjótast fáa búskaparligt sjálvstýri. Og her hava ráevni í undirgrundini sjálvandi nógv at siga.
Og Lars Emil Johansen heldur fram: – Vit skylda okkara søgu at finna út av, hvussu vit kunnu skapa ein sjálvbodnan felagsskap og ikki orsakað av neyð ella at man roknar við, at onkur ger nakað fyri hin partin.
Bilsin
– Men sær tú eitt møguligt samstarv millum Føroyar og Grønland á oljuøkinum?
– Eg havi leingi verið sera bilsin av, at tað er so lítið samstarv millum Føroyar og Grønland. Eg havi sjálvur í síni tíð tikið stig til at stovna Norðuratlantsbólkin í Fólkatinginum. Eg havi eisini medvirkað til at fáa sjálvstýri í Grønlandi, men eg havi tikið meg aftur úr hesum samstarvi, tí tað er onkur, sum ikki roynir at fáa úrslit, soleiðis eru tað ávísir føroyingar sum arbeiða. Hjá summum føroyingum er tað meira ein spurningur um at markera seg, eitt slag av markeringssjúku. Í Grønlandi ynskja vit, í hvussu so er eg sjálvur, at arbeiða meira móti at fáa úrslit. Tá eg var 16 ára gamal var tað stuttligt at vera við í mótmælisgongum, í dag, um eg luttaki í slíkum, so er tað við tí í huga, at tað er nakað man skal arbeiða víðari við til tess at røkka úrslitum.
Lars Emil Johansen viðgongur, at tað eru vinskapligar relatiónir millum føroyskar og grønlendskar politikarar, men tað er sera lítið samanhald millum føroyingar og grønlendingar, og tað undrar hann nógv, tí teir føroyingar, sum búgva í Grønlandi, eru teir útlendingar, ið eru mest integreraðir í grønlendska samfelagið. – Teir læra at tosa grønlendskt, teir eta okkara mat, og vit hava tað gott saman. Tí eri eg bilsin av, at tað ikki er meira samband millum londini.
– Hvat kann gerast fyri at broyta hetta?
– Vit skulu helst byrja við at hava eitt politiskt mál og siga, at vit vilja fegnir arbeiða saman. Frá ávísum pørtum í Føroyum óttast man eitt ov tætt samstarv við Grønland. Grønlendingar halda ikki, at teir skulu leggja seg út í, hvat Føroyar gera. Eg haldi heldur, at vit skulu royna at arbeiða saman.
Útnorðursamstarv!
– Útnorðursamstarv gongur ov nógv fyri seg bara rundan um veitsluborðið. Tá man hugsar um samstarvið, sum hevur verið, har føroyingar funnu fyrsta toskin við Grønland í 1906 og at tað gjøgnum árini til í dag hava verið nógvir føroyingar í Grønlandi og at tað framvegis eru nógvir føroyingar í grønlendska fiskiflotanum, tá átti tað at verið ein løtt søk fyri føroyingar og grønlendingar at havt størri samstarv. Tá eg var fiskimálaráðharri í Grønlandi var tað ein kubani, sum segði við meg, at oyggjabúgvar eru eitt serstakt fólkaslag við einum sinnalag, sum líkist havinum, sum umgirðir okkum. Onkuntíð ganga bylgjurnar sera høgt og aðrar tíðir er blikalogn. Tað kann vera ein orsøk til, at føroyingar og grønlendingar hava ilt við at samstarva.
Lars Emil Johansen tekur fram hendingina, tá grønlendingar bóðu føroyingar um at stuðla teirra upptøku í FIFA, eftir at føroyingar fingu limaskap út frá ávísum misskiljingum um støðu Føroya. Har var svarið nei, hóast umstøðurnar hjá báðum londum vóru og eru tær somu.
– Vit eru góðir til at halda veitslutalur um samstarv í Norðuratlantshavi, men tá tað kemur til stykkis, so eru vit ikki so vælviljandi kortini. Og hetta er ein gátt vit mugu koma yvir skulu vit arbeiða saman. Vit mugu læra at definera okkara leiklut sum jú er tann sami í mun til Danmark. Vit mugu arbeiða saman fyri at koma út úr donsku grundlógini og gera tað á ein slíkan hátt, at okkara felagsskapur við Danmark í framtíðini verður bygdur á eina traktat og ikki donsku grundlógina.
Ein grundlóg er ein lýsing av einum fólki. Danska grundlógin er ikki ein lýsing av tí grønlendska fólkinum, tess rættindum og sereyðkennum. Tí er tað skeivt at hava eina danska grundlóg, og tað giti eg eisini føroyingar hugsa. Lat okkum finna út av hesum, so tað gevur úrslit og ikki bara sita í hvør sínum horni og rópa eftir hvørjum øðrum. Føroyingar eru komnir sera langt við sínum stjórnarskipanarsarbeiði, og eg haldi eisini vit skulu arbeiða saman um, hvussu hetta skal gerast.
– Kunnu olju- og gassfund í báðum londum vera við til at skunda undir hesa gongdina?
– Tað kunnu tey. Men tað kann eisini hava øvugta úrslitið. Tann størsti váðin við einum oljuútviklingi er, um vit gerast hugmóðig/arrogant og handfara okkara vinir í Danmark uppá ein máta, sum als ikki hoyrir heima nakrastaðni.
Flokssamstarv
Lars Emil Johansen, sum hevur drúgvar royndir í grønlendskum politikki sum partur av grønlendska javnaðarflokkinum, Siumut eftirlýsir eitt eitt samstarv millum javnaðarflokkarnar í Ríkisfelagsskapinum. – Vit eiga at royna at fáa eitt samstarv millum javnaðarflokkarnar í Føroyum, Danmark og Grønlandi, eitt norðuratlantiskt flokspolitiskt samstarv. Tað hevði kunnað medvirkað til at bøtt um relatiónirnar til hvønn annan, tí okkara flokkar koma av og á at skipa stjórn, og tá er umráðandi at hava gott samstarv.
– Eyðmjúkleiki er lykilin. Kunnu vit læra at vera eyðmjúk yvirfyri nýggju støðuni og bliva rík á ein vakran hátt uttan at at blíva hugmóðiga rík, so kann tað vera ein fyrimunur, men uttan tað vilja oljupengar ikki gerast nakar fyrimunur fyri okkara lond.
– Hvussu hevur Grønland tað í dag?
– Grønland hevur tað nógv betur í dag, enn tað hevur havt tað í langa tíð, og framtíðin hjá Grønlandi er økt sjálvstýri og økt vælferð. Størsti trupulleikin í dag er ikki nýtslan av rúsdrekka hóast tað er ein stórur trupulleiki, men størsti trupulleikin er manglandi reinleiki. Tað eru nógv, sum hava skund á sær at gera eitt kopidanmark í Grønlandi. Tað er tann størsti trupulleikin. Bæði hjá menniskjum, sum arbeiða her og stovnum, sum vit byggja upp. Kopiir eru ikki so góð sum tann reina vøran.