Kollafjørður: - Tað tók sína tíð at fáa hetta í lag. Men nú kunnu vit so av álvara fara til verka!
Soleiðis segði stjórin í Taabbel Fiskeeksport, Viggo Gjødesen Mikkelsen, tá hann fyrrapartin í gjár skrivaði undir eina avtalu um samstarv við Kollafjord Pelagic.
Lagt er upp til eitt spennandi samstarv um framleiðslu av sild, sum tann danski stjórin og tann føroyski stjórin, Dánjal Jákup Andreasen nú fara undir.
Báðir siga teir seg vera sera fegnar um hesa avtaluna, og báðir vænta sær nógv positivt út frá hesum samstarvinum, einum samstarvi, sum helst fer at gerast enn tættari í framtíðini.
Møguleikarnir eru nógvir í framtíðini, sigur Mikkelsen, stjórin í Taabbel Fiskeeksport.
Tí er ikki óhugsandi, at vit t.d. kunnu fara undir at pakka sild í saltlaka, og at foredla aðrar framleiðslur hjá okkum.
Í framtíðini verður helst eisini gjørligt hjá donsku fyritøkuni at keypa seg inn í føroyska felagið.
Røkka longur út
Avtalan millum fyritøkurnar varð undirskrivað fyrrapartin í gjár í bygninginum hjá Kollafjord Pelagic.
Á stuttari samkomu segði nevndarformaðurin í Kollafjord Pelagic, Sverri Hansen at henda avtalan fer at geva virkinum ein meiri stabilan rakstur í framtíðini.
Virkið hevur havt eina turbulenta tíð, men síðani tað varð endurskipað í 2003 hevur gongdin verið tann positiva vegin.
Teir hava tey seinastu tvey árini lagt seg eftir at heilfrysta sild, og hevur hetta víst seg at rigga væl. Tað sum líkasum vantaði í hjá virkinum í Kollafirði, fyri at røkka enn longur út, var málið at koma niður á tann europeiska marknaðin.
Kollafjord Pelagic hevur í løtuni ein rættiliga góðan marknað í Eystureuropa, men ynskti haraftrat at fáa fatur á londunum vestanfyri. Við hesum í hyggju fóru teir at kanna møguleikarnar fyri at samstarva við aðrar fyritøkur.
Báðar vegir
Leitingin eftir samstarvspartnarum í øðrum londum førdu teir til samstarvið við Taabbel Fiskeeksport í Skagen.
Sum víst er á aðrastaðni á síðuni, so er hetta ein gomul fyritøka við nógvum royndum við sølu av góðum sildaframleiðslum í Europa.
Í apríl mánaði í ár byrjaðu so samráðingarnar um eina avtalu, og í gjár kl. 10 varð so sáttmálin um eitt framtíðar samstarv undirskrivaður.
- Avtalan skal virka báðar vegir, og tað vísti hon eisini longu undan undirskrivingini í dag, vísti Mikkelsen á.
Um vikuskiftið landaði nevniliga Finnur Fríði 800 tons hjá Taabbel í Skagen, og gav hetta arbeiði til fólkini har alt vikuskiftið.
Ein marknaður sum vil gjalda
Fyri Kollafjord Pelagic fer hetta samstarvið at geva ein nógv størri marknað, tí danska fyritøkan frammanundan hevur drúgvar royndir í at selja júst sild í Europa.
Á henda hátt kunnu vit eisini fáa fatur á tí marknaðinum, ið er sinnaður at lata meiri fyri okkara vørur, varð sagt.
Á virkinum í Kollafirði eru eisini gjørdar ymiskar broytingar í framleiðsluni, har m.a. maskinur fyri einar 10 mió. kr. eru settar upp, soleiðis at framleiðslan kann gerast so lønandi sum tilber.
Hóast hesa heldur kostnaðarmiklu íløguna, so hevur virkið ikki brúk fyri eyka kapitali beint nú.
Aðrar framleiðslur
Við hesum maskinunum ber til at arbeiða sild undan í ymiskum støddum og av ymiskum slagi. Hetta ger so aftur sítt til, at møguleikarnir fyri meiri støðugum arbeiði á virkinum eru til staðar.
At byrja við verður tað so bert sild, sum skal arbeiðast undan á virkinum.
Men stjórin, Dánjal Jákup Andreasen sigur, at onnur fiskasløg eisini kunnu koma uppá tal eitt nú svartkjaftur.
Ynskið hjá virkinum er allatíðina at hava so støðugt arbeiði sum gjørligt t.v.s. longri enn sjálva sildatíðina, sum vanliga er frá mai mánaði og út á heystið.
Hetta sama fer uttan iva eisini at gera seg galdandi við talunum av starvsfólkum. Vanliga hava hesi ligið um eini 35 í tali.
Men tá tað veruliga úrslitið av samstarvinum fer at vísa seg, og rávørunøgdirnar fara úr 15.000 tonsum upp í tað dupulta, er ikki óhugsandi at eini 50 fólk fara at arbeiða á virkinum.
Fyrimunir
Báðar fyritøkurnar fáa fyrimunir av nýggju avtaluni:
Kollafjørð Pelagic kann nú fáa fleiri sildaskip at landa til virkið. Virkið kann frysta 400 tons um samdøgrið, og verður nú ført fyri at skera og frysta 270 tons av norðhavssild um samdøgrið í eitt longri tíðarskeið.
Taabbel Fiskeeksport fær nú møguleika at lata europeiska marknaðinum eitt størri útboð og breidd av frystum fiski til matna. Tað hevur ikki verið møguligt áður. Drúgvu royndirnar við at skera flak, eins og víða sølunetið í Europa, koma nú eisini til sín rætt. Fyritøkan hevur nógv ár á baki (stovnað í 1948) og hevur eisini gott orð á sær á europeiska meginlandinum.
Talan er tí í roynd og veru um eitt munagott norðurlendskt sildasamstarv, sum røkkur frá bryggjukantinum í Norðuratlantshavi og allan vegin niður á europeiska marknaðin.









