Dysturin millum Letland og Føroyar verður vístur á stórskíggja á Hotel Hans Egede.
Áhugin fyri føroyska A-landsliðnum, ið hevur avrikað fleiri góð úrslit í seinastuni, er í hæddini – og hetta merkist eisini millum føroyingar í grønlendska høvuðstaðnum Nuuk.
Eins og til undanfarnar landsdystir vísir Føroyingarfelagið í Nuuk komandi landsdystin fríggjadagin millum Lettland og Føroyar á Hotel Hans Egede. Landsdysturin í morgin, fríggjadagin, byrjar klokkan 16.45 grønlendska tíð.
– A-landsliðið er nakað, allir føroyingar kunnu samlast um, tí er tað upplagt hjá Føroyingafelagnum at vísa landsdystir. Nú spælið og úrslitini eisini eru so góð sum tey eru, so kann man vænta nógvar føroyingar á Hotel Hans Egede í dag, sigur Hallstein Sigurðsson, næstformaður í Føroyingarfelagnum í Nuuk.










