Føroyingar í Nuuk síggja landsdyst á Hotel Hans Egede

Tá føroyska fótbóltslandsliðið týsdegin møtir Ungarn á Tórsvølli fara føroyingar í Nuuk at fylgja dystinum á stórskíggja á Hotel Hans Egede í Nuuk.

 

Hallstein Sigurðsson, sum er næstformaður í Føroyingafelanum í Nuuk sigur, at tey høvdu góðar royndir seinast, tá føroyingar í Nuuk hittust til landsdyst á Hotel Hans Egede.

 

Í skrivi til limirnar skrivar felagið, at útlitini fyri stigum til Føroyar verða av fótbóltsekspertum mett sum góð, og slíkum dysti skulu føroyingar í Nuuk sjálvandi ikki snýtast fyri.

 

– Sum til seinastu EM undankapping verður landsdysturin móti Ungarn vístur á Hotel Hans Egede. Dysturin verður sparkaður í gongd týsdagin kl. 16.45 grønlendska tíð, men fólk skulu vera vælkomin at møta upp eitt sindur fyrr, skrivar felagið.

 

Mótstøðuliðið hjá føroyingum er sum sagt Ungarn, sum í summar luttók í EM-endaspælinum, har Ungarn kom víðari úr sínum bólki saman við Íslandi og EM-vinnaranum, Portugal.

 

– Tað er tískil eitt lið við stórum sjálvsáliti, sum føroyingar møta. Hinvegin spældi Føroyar tvær ferðir fult upp í móti Ungarn í seinastu undankapping, har Føroyar m.a. blivu snýttir fyri eitt klokkuklárt brotsspark. Harumframt hava føroyingar ongantíð fyrr havt so nógvar útisetar á liðnum sum nú, og eru nakrir farnir at gera veruliga vart við seg í Superligaen. So við tí nokk sterkasta landsliðnum hjá Føroyum nakrantíð í einum fullsettum Tórsvølli, er tað lagt upp til eitt satt fótbóltsbrak. Vilt tú uppliva hetta saman við øðrum góðum føroyingum, so er at møta upp á HHE týsdagin. Góðan dyst øll somul, skrivar Føroyingafelagið í Nuuk – og heilsar:

 

KOYR Á FØROYAR!