Føroyingar á NM í bridge í Noreg

Kappingin um Norðurlendska meistaraskapin í Bridge er í løtuni í Lillehammer í Noregi

Úr Føroyum er opið lið við Boga Simonsen-Hallberg Arnfríðson og Heðin Mouritsen-Rói á Rógvu Joensen og kvinnulið við Henriettu Svenstrup-Jórun Johannesen og Majken Johansen-Súsannu Dam.

Liðini fóru úr Føroyum mánamorgun og spældu tríggjar dystir í gjár. Ímóti Íslandi vann opna liðið 17-13 og kvinnurnar taptu 7-23. Móti Danmark taptu bæði liðini. Opna liðið 0-25 og kvinnurnar 4-25.

 

Síðst varð spælt móti Noregi og tá vann opna liðið aftur 17-13 og kvinnurnar taptu tepurt 13-17.

 

Hetta verður metta at vera sera heiðurlig úrslit. Á www.nordic.bridge.fo ber til at fylgja við kappingini á vev myndatóli og at síggja úrslit og lesa tíðindi.