Føroyingar í nógvum svimjifinalum

Svimjileiðararnir í Føroyum høvdu stórar vónir til svimjikappingina á oyggjaleikunum á Isle of Wight. Alt gekk ikki eftir vild fyrsta finaludagin, men klokkan 17.30 í kvøld, og úteftir fáa fleiri føroyskir svimjarar møguleikan at vinna heiðursmerki.

 

Um finaluna 400 metrar blandað hjá monnum, skrivar svimjing.com: - Pál Joensen vant burtur úr hinum við 4:32.96 í mun til Frank Estrada frá Menorca á 4:38.41 og Colin Bensadon av Gibraltar á 4:40.05. Thomas Hollingsworth svimur ikki hesa kapping, og vit kunnu tí væl loyva okkum at vænta okkum hetta gullmerkið í kvøld.

 

Um finaluna 200 metrar bringusvimjing hjá kvinnum, skrivar svimjiing.com: - Her setti Turið S. Christiansen seg í respekt við 2:38.22, í mun til Victoriu Parfit frá Guernsey á 2:41.20, Paige Critchley frá Isle of Wight á 2:41.51, Lauru Kinley av Isle of Man á 2:42.16 og Tanju Skaalum á 2:44.17. Besta offisiella tíð hjá Turið er hennara føroyska met 2:38.31 frá HS stevnu í apríl mánaða, og besta hjá Tanju 2:43.74, so hetta sær eisini bara heilt gott út.

 

Um finaluna 100 metrar firvaldasvimjing hjá monnum, skrivar svimjing.com: - Magnus Jákupson megnaði akkurát at fáa bestu tíð í innleiðandi her, við 55.91 í mun til Ian Powell á 55.97 og Thomas Hollingsworth á 57.85, báðir av Guernsey. Men einki er givið her, Powell hevur tilmeldingartíð 54.48 og er í form, í mun til at føroyska metið hjá Magnusi frá FM 2011 er 54.60.

 

Um 100 metrar ryggsvimjing hjá kvinnum verður skrivað: - Birita Debes svam seg uttan nakað press til bestu tíð 1:04.61, og Poula Ø. Mohr varð nummar 2 við 1:05.34, frammafyri Charlotte de Wit á 1:05.37. Tíðin hjá Poulu var besta tíð hjá henni, um enn óoffisiell vegna stutta hylin, har besta tíð áðrenn var 1:06.40 frá úttøkustevnuni í apríl mánaða. Men favoritturin í kvøld er og verður Birita, við føroyskum meti 1:01.46, frá tá ið hon gjørdist norðurlendsku juniormeistari í desember 2010.

 

Um finaluna í 50 metra firvaldasvimjing hjá kvinnum, skrivar svimjing.com: - Astrið Foldarskarð setti bestu tíð her, 29.09, frammanfyri Kristinu Neves av Guernsey á 29.21, og Kristinu Eliasen á 29.32. Beint aftanfyri eru tó aðrar skjótari dámur, Ebony Jacklin av Jersey á 29.62, Amy Harper úr Hetlandi á 29.87 og Clare Grundy av Isle of Wight á 29.91, so hetta verður ein avbera skjót og tøtt finala.

 

Um 200 metrar frí hjá monnum verður skrivað: - Pál Joensen svam seg rættiliga komfortabult til bestu tíð 1:52.14, frammanfyri Thomas Hollingsworth av Guernsey á 1:53.83 og Tom Gallichan av Jersey á 1:53.92. Heðin L. Olsen kom eisini akkurát í finaluna, við 1:56.85, og hevur tí enn kjans at basa Páli í kvøld.

 

Um 4 x 50 metrar frí hjá monnum, skrivar svimjing.com: - Magnus Jákupsson, Pauli Ø. Mohr, Dánjal Hestoy og Pál Joensen svumu her næstbestu tíð 1:36.92, aftanfyri Guernsey á 1:34.57 og frammanfyri Jersey á 1:37.99. Dysturin í kvøld verður óivað millum hesar tríggjar oyggjar, kanska Hetland eisini við 1:38.51. Oyggjaleikametið hjá Guernsey er 1:33.28 frá Álandi í 2009, tá okkara lið varð kolldømt.

 

Um 4 x 50 blandað hjá kvinnum verður skrivað: - Poula Ø. Mohr, Eva Trygvadóttir, Kristina Eliasen og Cecilia W. Eystrurdal svumu seg trygt í finaluna við 2:03.05, frammanfyri Jersey á 2:05.77 og Isle of Man á 2:05.99. Guernsey endaðu aftast við 2:07.18, men brúktu ikki Neves, so tær eru óivað við eisini í kvøld.