Oljuráðstevna í Lerwic k
Fyri at finna ta so gyltu javnvágina vórðu boð send eftir tí høgtmetta professaranum á Robert Gordon University, Alex Kemp, sum er ein av teimum royndastu lærdu innan oljubúskap yvirhøvur. Nú føroyingar fyrireika sína næstu rundu og bretar um sama mundið eru við at tilrættaleggja sína 22. rundu spurdu vit Alex Kemp, sum helt fyrilestur á oljuráðstevnuni í Lerwick í farnu viku, hvørji ráð hann hesaferð hevur at geva føroyingum fyri at varðveita áhugan hjá oljufeløgini fyri at bjóða í eini nýggjari útbjóðing.
-Eg haldi meg ikki føran her og nú at geva góð ráð, men tað er greitt, at man fyrst og fremst má taka við læru av tí vitan og royndum man hevur frá tí fyrstu útbjóðingini. Tit hava borað fýra brunnar uttan stórvegis eydnu, so ein verður noyddur at staðfesta ta sannroynd. Men hinvegin eru oljuprísirnir hækkaðir og nýggj vitan er fingin til vega. So ein má endurskoða jarðfrøðiligu viðurskiftini og møguleikan at finna olju, tá føroyskir myndugleikar ætla sær at bjóða út nýggj øki. Aftrat hesum kemur eisini, at tað framvegis eru brunnar eftir at bora í 1. útbjóðing. Í ljósinum av hesi vitan má man so gera sær greitt, hvør prospektiviteturin er, og síðani at gera sær tankar um búskaparliga karmin út frá ymsum oljuprísum. Og so má man gera reglurnar út frá hesum karminum. Tvs. hvat man fer at krevja av oljufeløgunum í teirra arbeiðsskráum, hvønn oljuskatt man áleggur teimum at gjalda osfr.
-Men metir tú út frá hesum sannroyndum, at myndugleikarnar verða noyddir til at linka krøvini og gera reglarnar lættari hjá oljufeløgunum at virka her?
-Búskaparligu reglurnar, sum eru royalty, oljuskattur ol.mugu endurspegla, hvussu áhugaverd økini eru. Og vitandi, at úrslitini higartil ikki hava verið so góð, so mást tú eisini taka við læru av teimum og harvið møguliga eisini modifisera reglarnar.
Alex Kemp vísir á, at úrslitini av leitingini í bretska partinum av Atlantsmótinum hava ikki verið góð heldur. Økið verður framvegis mett sum sera ?frontier? tvs. fjarskotið og ókent. Við seinastu útbjóðing vestan fyri Hetland linkaðu myndugleikarnar um treytirnar, soleiðis at tær vóru øðrvísi og betri enn tær í Norðsjónum. Eg veit ikki, hvørjar broytingar myndugleikarnir fara at gera í sambandi við 22. Útbjóðing í næsta ár, men tað er sannlíkt, at teir fara at staðfesta, at úrslitini tey seinastu 7 til 8 árini hava ikki verið nóg góð.
Alex Kemp staðfestir, at hóast úrslitini hava verið í lakari lagi, so er áhugin kortini fyri at leita á Atlantsmótinum. Ymisk feløg hava ymsar jarðfrøðingar metingar og eg giti, at hetta er eisini so á føroyska landgrunninum. So vónandi verður tað framvegis áhugi fyri at bjóða á øllum Atlantsmótinum.
Royndi prosesssarin úr Aberdeen vísir annars til leiting aðrastaðni, sum tók drúgva tíð, áðrenn nakað varð funnið og sipar her m.a.til Nigeria, har tað vóðru boraðir heilt nógvir brunnar í mong ár, áðrenn nakað veruligt fund varð gjørt. Og eftir sera langa tíð varð eitt stórt fund gjørt og tað er so hildið fram.
So tað er alt alt ov tíðliga at gera sær ta niðurstøðu, at føroyski landgrunnurin ikki goymir olju. So tær nýtist tol. Tú kanst blívar yvirraskaður, báðar vegir. Sjálvur haldi eg tað er ein góður møguleika at gera lønandi fund á føroyskum øki.
Uppá fyrispurning um tað er óheppið at útbjóðingar eru í føroyskum og bretskum øki á Atlantsmótinum um somu tíð sigur Alex Kemp, at tað eru plussir og minussir við tí. ?Um bæði økini eru tøk, so kundi tað fingið fólk at hugt at øllum økinum undir einum. Jarðfrøðingar hyggja nevniliga at føroyska og bretska landgrunninum sum eitt øki. Tað er eitt pluss. Hinvegin hava oljufeløgini avmarkað budgett, og tey mugu kanska til at v elja millum føroyska og bretska økið. Tað kann vera óheppið.
-Eitt gott og lønandi oljufund á føroyska ella bretska landgrunninum fyri tað fullkomiliga broytir støðuna leggur Alex Kemp aftrat.









