Føroyingar mugu hava eftirlit umborð á boripallum

Eftirlit:
Føroyskir myndugleikar eiga at hava fólk umborð á pallum, sum bora á landgrunninum fyri at hava eftirlit við útgerðini og tryggja sær, at øll tryggleikakrøv verða fylgd.

Við sínum relatiónum til Føroyar og føroyingar fylgir Mikael Gren eisini væl við í tí, sum hendir á føroyska landgrunninum. -Eg havi roynt at fylgja við fyrireikingunum til boringar á føroyska landgrunninum og síggi, at nógv verður tosað um, at myndugleikarnir hava álit á, at oljufeløg hava eina tilbúgvingarætlan, sum verður latin inn saman við boriumsókn. Henda tilbúgvingarætlan sær út til at hava eitt serstakt atlit (fokus) á at minka um fylgjurnar av eini vanlukku. Hetta er sjálvandi eisini sera týdningarmikið, men tað, sum hevur mest týdning er forða fyri, at ein vanlukka yvirhøvur hendur. Ein vanlukka kann so stava frá menniskjansligum mistøkum ella breki í útgerðini.

Mikael Gren sigur víðari, at hann enn manglar at síggja prógv um, at føroyskir mydugleikar hava eftirlit við teknisku útgerðini umborð á boripalli, sum kemur inn á føroyska landgrunnin.

-Eg síggi í miðlunum, at oljufeløgini hava ein tilbúgvingarætlan, sum er realterað til krøvini at arbeiða í einum ávísum øki. Ì grein í Sosialinum úttalar umboð fyri eitt útlendskt oljufelag, at føroyingar skulu ikki stúra fyri, at ein vanlukka kann henda her hjá okkum, tí krøvini her eru nógv harðari enn tey í USA. Hetta staðfestir, at eitt oljufelag setur trygdina eftir, hvat fyri krøv eru sett í einum ávísum øki men ikki altíð hægri enn so.

Eiga at hava eftirlit umborð
-Tað verður eisini sagt, at í Føroyum eru krøvini nøktandi, tí tey líkjast teimum í Norra og Bretlandi, men er hetta nøktandi spyr Mikael Gren!

-Síggi at umboð fyri bæði myndugleikar og oljufeløg siga, at hetta er nøktandi og vísa til, at ongin náttúruvanlukka hevur verið á hesum leiðum. Hetta bleiv eisini sagt í Meksikanska flógvanum, undan Horizon vanlukkuni leggur hann aftrat og heldur fram:

-Sjálvur haldi eg tað vera neyðugt eisini at hava neyvt eftirlit við útgerðini umborð á boripallum og eiga føroyskir myndugleikar tí eisini at fara undir at seta fólk av til hetta týðandi eftirlitsarbeiði.

Mikael Gren heldur føroyingar higartil hava dugað væl at útbúgva og seta professionell fólk í sambandi við oljutilgongdina, eitt nú jarðfrøðingar.

Men føroyingar eiga eisini at útbúgva og seta fólk, sum hava innlit í teknisku útgerðina umborð á boripallum, soleiðis at vit kunnu hava eftirlit við, at vit veruliga hava ta best hugsandi verjuna av umhvørvinum, um okkurt skuldi gingið galið við útgerðini umborð. Hetta er eitt eftirlit, sum má gerast, tá pallurin kemur inn um mark men eisini leypandi alla ta tíðina pallurin arbeiðir í føroyskum øki heldur Mikael Gren.

BOP
Hann nevnir so eisini ta tilbúgvingarætlan, sum oljufelagið hevur, tá ið boriloyvi er givið og sum ikki nýtist at umfata ein serstakan boripall. -Allir boripallar hava ikki ta somu útgerðina, og tí er tað týdningarmikið, at okkara myndugleikar seta krøv til, hvat útgerð ein pallur skal hava, tá hann kemur her at arbeiða. Og her er trygdarventilurin í sambandi við boringina altavgerandi. Tað er hann, um okkurt kemur ávart á, sum skal forða fyri, at olja og gass bráddliga og við øgiligum trýsti sleppur upp úr boriholinum. Trygdarventilurin, sum stendur á botninum (Blow Out Preventer (BOP)) kann hava eina skipan, sum verður nevnd “Acoustic System”, og hendan skipanin ger tað møguligt at stýra krittiskum funktiónum á ventilinum við radiosignalum. Hetta ger, at tú kann aktivera stýriskipanina fyri ein BOP, uttan at høvuðsstýriskipanin er virkin.

Ein onnur líknandi skipan er “Deadman” skipanin. Henda skipan stongir ventilin, um elektriska og hydrauliska skipanin ikki virkar. Henda skipan, eins og áðurnevnda skipan, finst nevniliga ikki á øllum boripallum, men vit kunnu seta sum treyt, at hetta er eitt krav, tá boripallar koma inn á føroyska landgrunnin at arbeiða.

Ein boripallur hevur eisini nógva aðra útgerð, sum eisini kann hava eina vanlukku við sær, um okkurt gongur fyri, og tað er øll henda útgerðin, sum vit mugu vera við til at tryggja okkum finst og virkar umborð, og at hon verður roynd og viðlíkahildin eftir fyriskriftunum.