Føroyingar mugu gerast kvikari og kimiligari

Í Føroyum mugu vit leggja okkum meira eftir venjing, har vit menna tekniska støðið hjá teimum yngru.

 

Í Føroyum mugu vit leggja okkum meira eftir venjing, har vit menna tekniska støðið hjá teimum yngru. Tað sigur Dia Midjord, sum heldur at vit serliga eiga at leggja okkum eftir at fáa kvikari og kimiligari spælarar.

Í farnu viku luttók U16 landsliðið hjá gentum í eini European Open kapping í Gøteborg. Føroyska liðið endaði á 16. plássi.

 

Føroyska liðið spældi tilsamans átta dystir, harav liðið stóð seg væl ímóti Hollandi, Georgia, Norra, Svøríki og Litava. Liðið tapti greitt ímóti Ungarn, sum annars vann kappingina. Og liðið kláraði seg minni væl ímóti Italia og Finnlandi, sum vóru tann 7. og 8. dysturin upp á fimm dagar.

 

Dia Midjord, sum er venjari hjá liðnum, sigur, at møðin gjørdi sjónliga um seg, tí orkan var ikki til at spæla hesa dystir.

- Her skal havast í huga, at føroyska liðið vardi 3-2-1 allar dystirnar, og tað krevur eitt sindur meira enn vanlig defensiv verja. Í millumspælinum gav føroyska liðið Norra og Svøríki ein skarpan gang, tí føroyska liðið tapti bara við fýra málum ímóti Norra og tveimum málum ímóti Svøríki, sigur hann við heimasíðuna hjá Hondbóltssambandinum.

 

Dia Midjord vil vera við, at føroyska liðið var við fyri at læra.

-  Og skulu vit læra av hinum londunum, so má føroyskur hondbóltur helst ýta av nýggjum. Vit, sum hava vant føroyska U16 gentuliðið, halda, at vit í Føroyum mugu leggja okkum meira eftir venjing, har vit menna tekniska støðið hjá teimum yngru, so at spælararnir hvør sær hava fleiri amboð í ryggsekkinum, sigur hann.

 

- Tað hevur somuleiðis týdning, at vit menna spælarar, sum duga at velja frægastu loysnina, tá teir koma í tvístøður á vøllinum. Vit mugu menna spælarar, ið hava ein leysan arm og eitt natúrligt sveiggj í kroppinum, tá bólturin verður sendur avstað. Og harafturat má spælarin vera lættur á fótum. Hæddin hevur ikki so stóran týdning, tí væl skúlaða ungarska liðið smurdi rumensku kempurnar av, sigur Dia Midjord.

 

Hann heldur, at ein gongd leið avgjørt hevði verið at vant munandi meiri fimi, so at vit fáa kvikari og kimiligari spælarar.

- Sjálvandi skulu vit eisini hava styrkjandi venjingar í fyrstu ungdómsárunum, men fimi og smidleiki mugu ikki svíða fyri styrkini, tí ein hondbóltsspælari hevur tørv á báðum. Ein kimiligur hondbóltsspælari kann altíð styrkja sær kroppin. Ein sterkur hondbóltsspælari hevur tað hinvegin nógv truplari við at fáa ein kimiligan kropp, sigur hann.