Eg flutti til Føroya við børnum mínum fyri góðum ári síðan, eftir hjúnararskilna. Eg søkti almannastovuna um hjálp til at fáa ting míni heim. Hettar fekk eg noktað. Eg mátti so sjálv royna at skrava saman til at fáa tað mesta í lagi. Vegna varandi sjúku eri eg ikki arbeiðsfør og fái tíðanverri ikki skaffa mær meiri pening ígjøgnum arbeiði ella annað tá tørvur er á hesum.
Eg havi síðan mars mánaði biðið Almannastovuna um eina dýnu og eina song til dóttrina, sum er 9 ár. Hon liggur og svevur í seingini saman við systur síni upp á 5 ár. Hettar er jú ikki haldbart í longdini, tí lítla heldur tað stóru vakna osf. Eisini deila tær báðar somu dýnu, tí Almannastovan ikki vil játta okkum eina dýnu.
Vit hava 400 krónur at liva fyri, tá útreiðslurnar eru goldnar. Og so koma barnapengar afturat, so tað vera 2400 krónur at liva fyri um mánaðin.
Almannastovan biður okkum bara um at flyta, tá eg heiti á teir um hjálp. Eg havi eisini biðið um hjálp til vetrarstilvar og jakkar. Men hettar fái eg bara at vita at eg skal avhalda av tí, vit hava at liva fyri.
Tað sum undrar meg stórligani í hesum er, at teir jú væl vita, at teir hava møguleika fyri at hjálpa. Hettar stendur jú í lógini. Men teir nokta at fylgja lógini. Og teir nokta eisini at geva klaguvegleiðing. Tá eg spurdi um ein klagufaldara fekk eg at vita, at sovorit nýtti man ikki í Føroyum. So ein skuldi næstan trú, at teir fingu eyka bonus fyri at nokta fólki hjálp.
Eg skilji bara slett ikki, at teir kunna acceptera, at børn ganga í holutum skóm og tunnum jakkum og sova undir eini dýnu, uttan at so mikið sum at blunka. Eg spurdi deilarleiðaran á Almannastovuni, um hann ikki dugdi at síggja trupulleikan frá míni síðu av, og til hettar svaraði hann blankt nei. Og tað er kanska akkurát har trupulleikin liggur. Eg havi eisini heitt á barnaverndina at hjálpa, men teir siga tað er Almannastovan og kasta bóltin víðari.
Eisini søkti eg í auguist mánaði um hjálp til brilllur til elstu dóttrina, sum hevur +4 styrki á báðum eygum. Hettar er ikki viðgjørt enn, tí teir hava blakað báðar umsóknirnar burtur. Bæði mína og tað frá optikaranum.
So mín spurningur er: Hvat tramin gongur fyri seg á Almannastovuni í Havn? Hvat sita teir har til, tá teir ikki gera peningsverk kortini?
Inntil eg einaferð blívi klókari upp á hetta, má eg ganga biddaragongd opinbart. Og tað er ein sera niðurverdigandi háttur at behandla tey sjúku í samfelagnum.