Føroyingar mugu góðtaka mína støðu

Páll á Reynatúgvu biðjur føroyingar um ikki at gera ov nógv av, hóast hann ikki vil fara umborð á kongaskipið at eta døgverða saman við drotningini

- Gerið nú ikki ov nógv av!

Soleiðis ljóðaði áheitanin frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsformanni seint í gjárkvøldið.

 

Páll á Reynatúgvi hevur gjørt greitt, at hann vil ikki taka av eini innbjóðing frá drotningini til døgverða umborð á kongaskipinum Dannebrog í kvøld, og tað hevur mestsum klovið tjóðina í tvey.

 

Hann hevur sagt, at hann skal vera bæði blíður og týður ímóti drotningini har føroyingar eru vertir, men tað stríðir ímóti hansara sannføring at taka av eini innbjóðing frá drotningini.

 

 

Les meiri her: Vil ikki hava riddarakross

 

 

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, heldur, at hetta líkist ongum.

- Tað er í kraft av sínum embæti sum løgtingsformaður, og ikki sum privatpersónur, at Páll á Reynatúgvu er boðin til døgurðan umborð á Dannebrog. Tí haldi eg, at hann eigur at møta til døgurðan hjá drotningini. Tað er partur av embætinum, sigur Bárður á Steig Nielsen.

 

 

Les meiri her: Hetta líkist ongum

 

 

Tað eru heilt nógvir føroyingar, sum hava eina avgjørsa meining um framferðina hjá Páll á Reynatúgvu Fleiri eru samd við sambandsformannin og kalla atburðin hjá Páll á Reynatúgvu fyri fjákutan, pínligan, og annað mangt.

Men tað eru eisini aðrir føroyingar, sum taka hattin av fyri honum.

 

Sjálvur heitir Páll á Reynatúgvu á føroyingar um ikki at gera ov nógv av.

- Eg havi sum løgtingsformaður verið við til vitjanina hjá Margrethu drotning í Føroyum, hóast eg persónliga ikki helli til monarkiið sum skipan. Eg havi verið við til at taka ímóti drotningini í morgun í Havn. Bjóða henni vælkomnari og hildi røðu fyri henni í Løgtinginum, umframt bjóða henni ábit og givið henni gávu frá Løgtinginum, sigur Páll á Reynatúgvu.

 

Og hann heldur fram:

- Eg havi verið til miðmála hjá Tórshavnar kommunu saman við drotningini. Og so havi eg sitið undir liðini á henni til almenna døgurðan í Norðurlandahúsinum.

 

- Skuldi nakar ivast, so havi eg umboða okkara land væl og virðiliga í mínum almenna leikluti, og drotningin hevur verið sera væl nøgd

 

- Men eg fari ikki til døgurðan hjá Margrethu drotning umborð á Dannebrog, og taki ei heldur móti riddarakrossi, tí tað stríðir móti míni politisku sannføring. Tað mugu føroyingar góðtaka, men eg skilji og virði áskoðanir sum peika í aðra ætt, sigur Páll á Reynatúgvu.