Tað kendist fullkomuliga vónleyst eftir 1. Hálvleik av fótbóltslandsdystinum í Tallinn. Estland var á odda 3-0, og heimaliðið kundi havt skorað fleiri mál ímóti føroyska liðnum, sum hevði stórar trupulleikar av heimamonnunum, ið vóru væl fimari og skjótari enn mótstøðumenninir.
Í 2. hálvleiki vendist alt á høvdið. Føroyska liðið svaraði dyggiliga aftur. Christian Lamhauge Holst minkaði um munin til bæði 3-1 og 3-2, og sjey minuttir eftir fyrra málið hjá Lyngby spælaranum umsetti Súni Olsen brotsspark til mál.
So var 3-3, og næstu løtuna var føroyska liðið væl við. Eitt nú hevði Súni Olsen góða skotroynd. Tí kendist tað sum vónbrot, tá ið Estland eitt korter fyri leiklok skoraði til 4-3, sum eisini gjørdist úrslitið.
Estland-Føroyar 4-3 (3-0)
1-0: Vyatsheslav Zahovaiko 9.
2-0: Vyatsheslav Zahovaiko 15.
3-0: Tarmo Kink 28.
3-1: Christian Lamhauge Holst 63.
3-2: Christian Lamhauge Holst 66.
3-3: Súni Olsen br 70.
4-3: Novikov 75.
Føroyska liðið: Jákup Mikkelsen ? Jónas þór Næs, Fróði Benjaminsen, Johan Troest Davidsen, Einar Hansen ? Jákup á Borg (Christian Høgni Jacobsen, 44.),Tem Hansen (Høgni Madsen, 63.), Súni Olsen (Kári Nielsen, 84.), Símun Samuelsen ? Christian Lamhauge Holst (Arnbjørn Hansen, 85.), Rógvi Jacobsen