Føroyingar mist 6 milliardir í partabrøvum síðan 2007

Síðan oktober mánað í 2007 eru partabrøvini, sum føroyingar eiga, fallin 79 prosent í virði ella tilsamans 6 milliardir krónur. Hóast privatfólk eiga ein minni part av partabrøvunum, kann hugsast, at ógvusliga fallið hevur loypt ótta á húsarhaldini og ávirkað teirra nýtsluhug, heldur Sigurd Poulsen, landsbankastjóri

Brent barn ræðist eld, sigur eitt gamalt orðatak, og væl kann hugsast, at hetta er ein av orsøkunum til nógv minkaðu nýtsluna hjá før­oyskum húsarhaldum sein­astu tvey árini.
Árini 2006 og 2007 tók seg upp ein nýggj mentan í Føroyum. Fólk fóru at keypa og selja partabrøv, og mong høvdu eydnuna við sær, tí partabrævaprísirnir bara hækkaðu og hækkaðu.
Samstundis sum parta­bræva­mentanin tók seg upp, var útlánshugurin hjá bank­unum stórur. Tørvaði tær pengar, fekst tú teir, og lánihugurin gjørdist ikki minni av, at sethúsini bara vuksu í virði.
Men so fór botnurin und­an partabrøvunum, bank­arnir skrúvaðu fyri út­lánunum, og sethúsa­prísirnir fullu. Heili 79 prosent eru partabrøvini hjá føroyingum fallin síðan oktober 2007 ella tilsamans 6 milliardir krónur, skrivar landsbankin í síni seinastu búskaparmeting.
Landsbankin staðfestir, at føroysk húsarhald eru ikki illa fyri sammett við húsarhald í øðrum londum. Í Føroyum er samlaða lántøkan hjá húsarhaldunum 75 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni. Hetta er væl minni enn í Danmark, Sveis, Stórabretlandi og USA, har hon er millum 90 og 120 prosent.
Kortini hava føroysk hús­arhald minkað nýtsluna nógv síðan 2007, og orsøkirnar eru fleiri, sigur Sigurd Poulsen, landsbankastjóri.
– Húsarhaldini regulera sína nýtslu eftir, hvussu høg inntøkan er, og hvussu væl tey annars halda seg vera fyri. Í 2006 og 2007 øktust út­lánini hjá bankunum nógv, og sethúsaprísirnir hækk­aðu. Hetta hevði við sær stóra nýtslu. Síðan er vorðið truplari at fáa lán, og sethúsaprísirnir eru faln­ir. Hetta førir sambært van­ligari búskaparfrøði til minkandi nýtslu. Vit halda so, at fallandi partabrævaprísir haraftrat eru orsøk til mink­aðu nýtsluna. Fólk eru vorðin varin, sigur Sigurd Poulsen.

Samfelag í bíðistøðu
Ein ábending um, at varsemi eyðkennir atferðina hjá før­oyskum húsarhaldum er, at privatu innlánini í bank­un­um eru vaksin, sam­stundis sum útlánini standa í stað. Hetta bendir á, at húsarhaldini í løtuni spara pengar upp í staðin fyri at brúka teir, sigur Sigurd Poulsen.
Hann vísir á, at eisini fyri­tøkur eru ávirkaðar av minkandi útlánunum og stóra partabrævafallinum, tí teirra íløguhugur er mink­aður.
– Føroyska samfelagið tykist vera í bíðistøðu í løt­­uni. Fólk spara upp, og fyri­tøkurnar gera færri íløgur. Eitt, sum vit eisini síggja, er, at føroysk partabrøv hava ilt við at koma líka skjótt fyri seg sum aðrastaðni. Hetta kemst helst av, at fólk bíða eftir, at partabrævaprísirnir hækka. Trupulleikin er bara, at um ongin handlar, so hendir onki, sigur Sigurd Poulsen.
Hann heldur tó búskapar­ligu útlitini vera á heilt góðari leið.
– Føroysk partabrøv tykj­ast vera undirmett, so helst fara tey at hækka aftur, hóast tey neyvan koma uppaftur á støðið í 2007. Ongin ábending er um, at sethúsaprísirnir fara at lækka, og frívirðið í húsunum er framvegis stórt. Forteytirnar fyri, at gongdin fer at venda, eru tí til staðar, sigur Sigurd Poulsen.
Hava tit nakra uppgerð, sum vísir, hvussu stórar upp­hæddir fólk hava lænt til at keypa partabrøv fyri seinastu árini?
– Vit hava onga uppgerð, sum vísir hetta, men vit hoyra søgur um tílíkar lántøkur, sigur Sigurd Poulsen.

-------

• Landsbanki Føroya hevur gjørt nýggja búskaparmeting í sambandi við fíggjarlógina 2011
• Landsbankin heldur, at búskapurin er um at venda frá niðurgongd til uppgongd, so BTÚ fer at vaksa 3 prosent í 2010
• Væntaði vøksturin stavar m.a. frá hallinum hjá tí almenna og øktum útgjaldingum í ALS, sum stimbra eftirspurningin
• Óvist er tó, hvussu stórar íløgur fyritøkur fara at gera, og hvussu húsarhald fara at velja ímillum at brúka og spara
• Óvist er eisini, hvussu vakstrarlíkindini fyri botnfiski eru undir Føroyum, og hvussu orkuprísirnir verða
• Arbeiðisloysið var í juni 5,7 prosent. Tað er vaksið nógv síðan 2008, men vøksturin tykist fyribils vera steðgaður