Íløguvirksemi
jan@sosialurin.fo
Keldur Sosialurin hevur tosað við meta, at einstaklingar og fyritøkur í Føroyum hesi seinastu árini hava sett stórar peningaupphæddir í týska íløgufelagið "Phoenix Kapitaldienst", sum hevur dyrgt við upp í 10 og 15% í avkasti/rentu. Tilsamans 600 mill. euro av íalt 800 mill. euro eru horvnar stendur í grein í Berlingske Tidende og eisini endurgivið á DR heimasíðuni. Umleið 150 mill. euro koma frá íleggjarum í danska kongaríkinum herímillum Føroyum. Talan er um stuldur og falsknarí av skjølum og talan er meira og minni um totaltap. Tvs. at her verður einki at heinta aftur skilst. ?Hetta er eitt sera, sera stórt problem. Íleggjararnir koma at missa nógvar pengar uppá hetta sigur Claus Schäfer, stjóri fyri donsku deildina hjá Phoenix.
Jørn Astrup Hansen, stjóri í Føroya Banka sigur í stuttari viðmerking, at hann er vitandi um, at føroyingar hava sett stórar upphæddir í felagið. ?Okkara varhugi er, at týska felagið hevur verið virkið í Føroyum í nógv ár, og at føroyingar hava sett rættiliga fittar upphæddir í felagið.
At týska íløgufelagið Phoenix hevur verið virkið í Føroyum sæst m.a. á hesi reklamuni á B36 húsinum í Gundadali. Mynd Jensk Vang