Føroyingar missa eina stóra vinnu av hondum

Framleiðsla úr frystum ráfiski er ein stór vinna rundan um okkum, sigur Jógvan Gregersen á Vaðhorn á Strondum. Hann nevnir, at í Noregi er stór framleiðsla av saltfiski og klippfiski.

Og í Danmark eru tvey saltfiskavirki sum framleiða 10.000-15000 tons um árið burtur úr innfluttum, frystum fiski, serliga burtur úr alaskatoski, sum er triðjalandsfiskur í Føroyum.

Í Týsklandi er eitt saltfiskavirki, sum framleiðir úr frystum.

Frystur toskur úr Grønlandi er eisini triðjalandsfiskur hjá okkum, hóast vit eru í sama ríki og Russland er stórur leverandørur av toski bæði til Norra og Kina, sum so aftur endar sum liðugtvøra í ES.


Fleiri avtalur

Í løtuni hava vit kumuleringsavtalu við ES um fisk úr Noregi og Íslandi, so hann kann flytast til Føroya, virkast her, og útflytast á marknaðin í ES sum føroyskur upprunafiskur.

Í hesum føri er farmagjaldið at fáa rávøruna til Føroya einasti munurin á føroyskum, íslendskum og norskum framleiðarin.

- Tá kappast vit á jøvnum føti og er talan um javnbjóðis kapping, standa føroyingar seg í kappingini, sigur Jógvan Gregersen á Vaðhorn.

Men verður frystur fiskur fluttur úr øðrum londum enn Íslandi og Noregi og virkaður á føroyskum virkjum, kann tann lidna vøran ikki flytast á ES marknaðin, uttan at koma undir rættiligan høgan toll.

Hett er tað, ið verður nevnt triðjalandsfiskur.

Til dømis er tollurin á flaktum saltfiski 11% og tollurin á saltflaki er 16%, tá ið vøran er virkað úr fiski frá triðjalondum.

Tollurin verður roknaður av teirri lidnu vøruni og her kann tað snúgva seg um einar 5,50 krónur fyri kilo av flaktum saltfiski og einar átta krónur fyri saltflak.

Hetta svarar til einar tríggjar krónur fyri kilo av ráfisik fyri flaktan saltfisk og 4,50 fyri kilo av ráfiski, tá ið tað kemur til saltflak.

- Tað er hetta óhugsandi at fara í holt við, tí tollurin verður høgdi enn skiftisavlopi, sigur Jógvan Gregersen.

Fyri flak er tollurin eini 7,5% av liðugtvøruni, sum í rundum tølum svarar til áleið tríggjar krónur fyri kilo ella 1,50% fyri hvørt kilo av ráfiski.

Jógvan Gregersen heldur tískil, at tað átti eisini at verið ein politisk uppgáva at fingið líknandi avtalur um fisk úr fleiri londum, tí føroyskir fiskakeyparar fáa javnan tilboð um at keypa fisk úr Russlandi, Alaska og úr Grønlandi.

- Tað hevði verið ein øgiligur fyrimunur, leggur hann afturat.

Les eisini tvær aðrar greinar í dagsins blaði um sama evni.