Í morgin klokkan 11:00 fara føroyingar at halda tøgn í ein minutt til tess at vísa samhuga við norska fólkinum í sambandi við sorgarleikin á Utoya.
Løgmaður hevur í kvøld sent út tíðindaskriv, har hann heitir á Føroya fólk um at sýna samkenslu á hendan hátt, efitr at illgerðarmaður drap sjey fólk í Oslo og 85 á Utoya hjá AUF fríggjadagin..










