Alvin Elleye Andersen og Rógvi Sivertsen úr Klaksvík og Petur Meinhard Ellebye Andersen úr Havn eru millum teir bestu í stórari norðurlendskari filmskapping Hetta boðar fyritøkan Kort&Godt frá í tíðindaskrivi. Tað er Kort&Godt, sum skipar fyri kappingini, har kappast verður um, hvør megnar at koma við besta hugskotinum til eina lýsing, ella rætt og slætt framleiða eina lýsing.
Alvin Ellebye Andersen, Rógvi Sivertsen og Petur Meinhard Ellebye Andersen valdu at framleiða ein lýsingarfilm fyri fyritøkuna PhotoCare, sum teir sendu inn, og hesin er fallin í so góða jørð, at teir nú eru komnir víðari í kappingini.
Tað sama eru tveir aðrir bólkar, sum eisini hava gjørt ein lýsingarfilm fyri fyritøkuna PhotoCare, so nú skal ein dómsnevnd gera av, hvør av hesum trimum filmum er tann besti.
Verður tað filmurin hjá Alvin Ellebye Andersen, Rógva Sivertsen og Petur Meinhard Ellebye Andersen, sum kemur víðari, so eru teir í finaluni, har teir saman við 20 øðrum bólkum fara at kappast um høvuðsvinningin, sum er 100.000 krónur.
Á heimasíðuni hjá Kort&Godt, www.kortoggodt.info, fæst mánadagin svar uppá, um filmurin hjá teimum trimum føroyingunum er komin víðari. Er hann tað, so ber til at atkvøða á síðuni, um tað skal vera hann, sum skal strúka avstað við teimum 100.000 krónunum.