Føroyingar millum teir uppsøgdu

Hópuppsagnirnar í Mærsk kemur helst eisini at raka føroyingar, metir skrivarin í Antares.

Spariumfarið hjá Mærsk í Supply vinnuni kemur allarhelst at raka føroyingar, væntar skrivarin í áhugafelagnum fyri útisiglarar, Antares.

 

Seinastu tíðina hevur Mærsk siglt í tungum sjógvi, og sum fylgja av tí eru nógv skip uppiløgst, umframt at serliga olju- og annað frálandavirksemi er nógv minkað. Tað hevur ført við sær hópuppsagnir, og í dag boðaði Mærsk frá, at 400 fólk í frálandavinnuni verða søgd úr starvi komandi tíðina samstundis sum sløk 20 før verða uppiløgst.

 

Lesið eisini: Mærsk Supply Service sigur 400 fólkum úr starvi

 

- Sum eg havi skilt, eru 120 offiserar millum tey 400, sum verða uppsøgd. Tað vil siga skiparar, maskinmeistarar, yvirstýrimenn og so framvegis, sigur Martin Sonny Frederiksen, skrivari í Antares.

 

Í seinasta uppsagnarumfarið ruku sløk 112 fólk, har av áleið átta-tíggju føroyingar fingu uppsagnarbræv. Heilt fitt av føroyingum arbeiða innan supply vinnuna, og nógvir teirra eru at finna í offiserstørvunum.

 

- Føroyingar verða helst eisini uppsagdir hesiferð, og tað kemur kanska at liggja um sama lutfall sum seinast – eini tíggju prosent av teimum uppsøgdu, sigur Martin.

 

Aftaná spariumfarið seinast og vánaligu gongdina í løtuni, er skrivarin í Antares ikki bilsin av nýggja uppsagnarumfarinum.

 

- Man hevur bara bíða eftir henni eftir tað fyrsta uppsagnarumfarið. Tað hevur verið ein útskifting í evstu leiðsluni, og tað tykist sum tey hava fingið til uppgávu at rudda út í manningardeildunum. Við so stórum niðurskurði, ber næstan ikki til at gera fleiri uppsagnir, um teir skulu hava møguleika at manna skipini, sum eru eftir í flotanum. Tað verða kanska onkrar tillagingar gjørdar afturat, men neyvan fleiri uppsagnir, sigur Marin Sonny Frederiksen, sum tó ikki heldur, at tað hoyrist nógv til teir uppsøgdu,

 

- Eg havi hoyrt øgiliga lítið til teir uppsøgdu. Tað er kanska ikki nakað teir skelta við. Men generelt havi eg varhugan av, at teir eru fáir, sum eru uppsagdir. Nógvir koma eisini í nýggj størv rímiliga skjótt. Harav føroyska vinnan eisini eftirspyr nógva arbeiðsmegi, sigur hann.

 

Sum skilst skulu nøkur av skipunum og nógv av virkseminum flytast til Isle of Man sum liður í spartiltøkunum komandi tíðina.

 

Sambært roknskapinum hjá Mærsk Supply Service, hevði felagið eitt undirskot á 108 milliónir krónur fyrra hálvár, samanborið við 102 milliónir í avlopið fyri sama tíðarskeið í 2015. Á heimasíðuni hjá Antares, áhugafelagnum fyri útisiglarar, verður eisini víst á, at samlaða avlopið hjá Maersk Gruppen tódnaði við 15 milliardum í fyrra hálvári í mun til 2015.