Føroyingar millum sigoynarar í Rumenia

Í Rumenia hjálpa føroyingar familjum, sum eru raktar av arbeiðsloysi, sjúku ella missi. Poul Jóhan Djurhuus hevur skrivað ferðafrásøgn frá hjálparferð til Rumenia

Poul Jóhan Djurhuus

----



Ferðalagið, sum vitjaði í Rumenia í døgunum 13 - 22. mai, er kom heimaftur eftir eina sera væl eydnaða ferð. Tað var Birgir Andreasen, sum var stigtakari til ferðina, og sum eisini hevur gjørt íløgu í ein “nýggjan” buss til endamálið.


Ferðalagið fór við Norrønu av Havnini Kristi Himmalferðardag 9. mai, og kom aftur á Havnina við Norrønu mánadagin 27. mai. Átta fólk vóru við í ferðalagnum: Birgir Andreasen, Victor Carlsen, Jóhannes Poulsen, Kjartan Petersen av Sandi, Poul Færø, Katrin og Páll Mørkøre og Poul Jóhan Djurhuus. Hetta var fyrstu ferð, at Poul Færø, Kjartan Petersen og Victor Carlsen vitjaðu í Rumenia.


Fríggjakvøldið varð lýst til sangløtu í Saga-Caféini umborð, har Victor var í sínum rætta essi, tá hann setti seg við klaverið og leiddi ferðafólkið meistarliga ígjøgnum eina væl eydnaða sangløtu, har eisini var rúm fyri vitnisburði, samrøðu, sangi og talu. Poul Færø segði nøkur orð í endanum av løtuni, Jóhannes Poulsen sang solo, og ein samrøða var við Birgir Andreasen, har hann greiddi frá arbeiðinum í Rumenia, sum nú hevur 20 ár á baki. Saga-Caféin var fullsett.


EFTIR MOTORVEGNUM

Leygarmorgunin 11. mai kl.10.00 kom ferðalagið til Hirtshals, og longu kl.10.30 var farið at koyra, eftir at vit høvdu havt eina andakt í bussinum. Nú fekk ferðalagið av sonnum sannað hvat hetta er fyri eitt stásiligt far, sum koyrt verður við. Bussurin var fulllastaður við uml. 700 svørtum plastiksekkum við klæðum til gentur, dreingir, menn og kvinnur. Tey, sum pakka sekkirnar syrgja altið fyri, at tað liggur ein Rumensk traktat ovast í sekkinum, so tey, sum fáa sekkin eisini kunnu fáa eitt orð úr bíbliuni.


Bussurin er bert 6 ára gamal og hevur einans koyrt 300.000 kilometrar. Stólarnir kunnu leggjast munandi niður, og toilet er í bussinum. Bussurin hevur tríggjar akslar, og vendur eisini við einum av teim aftaru, so hann fer um trongu húsahornini úti á smáplássunum sum ein annar ormur. Páll Mørkøre av Eiði er bussførari, og hevur hann nógvar royndir at koyra hesar túrarnar - bussurin er ein sannur dreymur at sita í!


Veðrið er frálíkt og stemningurin í bussinum eins frálíkur. At koma í land í Hirtshals er ein stórur fyrimunur, tí ein er á motorvegnum beinanvegin og hevur beina kós suðureftir. Vit komu um markið til Týsklands longu kl.15.15, og settu kós eftir E 45 móti Hamburg og Hannover. Kl.18.00 gjørdu vit døgurðasteðg. Seinni um kvøldið komu vit til býin Hildesheim í Týsklandi, har vit fingu okkum innivist á Hotel Lindemann.


Sunnudagin koyrdu vit m.a. ígjøgnum býirnar Kassel, Fulda, Wursburg og Nurnberg, og fóru inn í Eysturríki við markabýin Passau. Sunnukvøldið gjørdu vit steðg í Eysturríkska býnum Melk, har vit gistu á hotel Wachau, har mong føroysk ferðaløg ávegis til Rumenia hava gist ígjøgnum árini.


Birgir hevði guitara við, og saman við Jóhannes Poulsen og Victor Carlsen, gekk sangurin óføra gott í bussinum, sum vit koyrdu eftir E45 suður ígjøgnum Jylland, Týskland, Eusturríki, Ungarn og inn í Rumenia. Servisustøðirnar framvið motorvegunum eru nógvar og sera innbjóðandi, og tað kennist gott, tá ein hevur sitið í fleiri tímar í sama stillingi, at kunna strekkja beinini eina løtu og sessast undir øðrum umstøðum við einum leskiligum drekkamunni.


Í Rumenia

Vit komu um Rumenska markið við býirnar Nagylak og Arad mánadagin 13. mai, og komu á Barnaheimið Betania í Uricani týsdagin kl.14.00, har føroyingar, ikki minst Birgir og Jóhannes, eru sera væl kendir.


Har verða vit altið møtt av einum flokki av børnum, sum koma at umfavna okkum saman við “foreldrum” teirra, Maria og Kristian, sum hava verið fyristøðufólk og foreldur á heiminum í mong ár. Ein segði við Kristian, at hann var ein sannur George Múller fyri hesi børnini, men tað vildi hann ikki hoyra um at verða samanborin við George Múller. Hann og konan gera eitt stórt og persónliga uppoffrandi arbeiði, sum vit eiga at minnast í okkara forbønum.


URICANI

Í Uricani búgva vit altið á barnaheiminum, har eini gestahús eru til vitjandi gestir. Allar tríggjar høvuðsmáltíðirnar hava vit saman við børnunum á barnaheiminum, sum eru ógvuliga fegin um, at vit eru saman við teimum. Býurin var ein kolanámsbýur við nógvum kolaminuarbeiðarum, og tá var arbeiðsloysið lítið, men síðani kolaminurnar vórðu stongdar, hevur stórt arbeiðsloysið tikið seg upp í býnum saman við einum vaksandi fátækradømi.


SÓLSKINSSØGAN UM FELICIU

Í Uricani býr einkjan Felicia, sum Birgir Andreasen og Páll Mørkøre komu í samband við fyri 20 árum síðani. Tá hevði hon nýliga mist mannin, sum var kolanámsarbeiðari. Av tí, at maðurin gjørdi nógv brúk av rúsdrekka, so kendi hon og børnini, á teirra egna kroppi, hvat rúsdrekka kann gera av ringum við eina familju. Hon sæt eftir við 8 smáum børnum, tað yngsta var ein genta, bert 9 mánaðar gomul. Hendan gentan er 21 ár í dag, og eitur Esteria, og hevur vitjað á fyrsta sinni í Føroyum í hesum døgum. Hon kom til Føroyar saman við ferðalagnum.


Einkjan Felicia og faðirleysu børn hennara var fyrsta neyðstadda familja, sum Birgir møtti í Rumenia. Har var veruliga talan um eina kvinnu, sum var komin í djúpa neyð, og ikki visti síni livandi ráð hvussu hon skuldi klæða og matskaffa sínum átta børnum.


Men Felicia var ein trúgvandi kvinna, sum dagliga savnaði sini børn til bøn, har hon legði øll síni viðurskifti fram fyri Harran, og helt á við hesum, hóast tað mangan sá svart út. Tá tíðin kom sendi Gud “einglar” sínar á hennara leið, og ein av hesum “einglum” var Birgir Andreasen, sum hevur havt samband við hesa familjuna øll hesi 20 árini.




HJÁLPIN ÚR FØROYUM

Sambandið, sum Felicia og børn hennara fingu við føroyingar, hevur reist hana upp úr fátæktini og óvissuni, og gjørt hana til eina “dronning” fyri mangar familjur, sum eru í somu støðu sum hon var í. Hon upplivdi at verða signað í ríkt mál, bæði andaliga og tímiliga, men hon gav eisini ríkiliga av signingunum til treingjandi familjur, sum hon visti um. Íbúð hennara gjørdist skjótt ein hjálparmiðdepil, har sekkir við klæðum úr Føroyum vórðu savnaðir saman og býttir út m.a. til fátækar barnaríkar familjur. Í hesum sambandi gjørdust børn hennara, sum tey vuksu til, til smáir hjálpareinglar.


Felicia býr enn í somu íbúð, sum hon gjørdi fyri 20 árum síðani, men í dag er íbúðin í góðum standi. Børnini eru vaksin, og eru tey mammu síni til stóra gleði, ikki minst hennara mongu ommubørn. Felicia eigur í dag svigarbørn og ommubørn, sum fylla nógv í hennara lívi. Tá ferðalagið hjá Birgiri kemur til Uricani stendur altið ein góð máltíð til reiðar inni hjá Feliciu til alt ferðalagið, og tað verður altíð steðgað fyrst hjá Feliciu, áðrenn farið verður niðan á barnaheimið, sum tekur minni enn 5 minuttir at koyra.


VIRKSAMUR KÆRLEIKI

Í býnum eru nógv uppløgd høvi at vísa Kristi kærleika í verki. Vit vitjaðu eitt stórt tal av familjum, sum annaðhvørt vóru raktar av arbeiðsloysi, sjúku ella at pápin var rýmdur, og felags fyri allar er, at familjurnar eru stórar og íbúðin er lítil og skirvislig.


Ein yngri kvinna við nógvum børnum var komin í eina botnleysa skuld hjá trimum matvøruhandlum í grannalagnum, og tí kundi hon ongan mat fáa, og hon stóð til at missa bæði streym og hita. Onkur í ferðalagnum fekk lagt á hjarta at fara inn í allar tríggjar handlarnar og rinda rokningarnar hjá hesi neyðars mammu. Hetta var ein sterkur vitnisburður bæði fyri neyðstøddu familjuna og fyri handilskvinnuni, sum nú kundi strika skuldina út í kontrabókini hjá skuldarbundnu kvinnuni.


TULKURIN

Alina, sum kom til persónliga trúgv fyri tveimum árum síðani, býr í Uricani. Hon hevur Universitetsútbúgving m.a. innan matematik, sum hon eisini hevur undirvíst í. Hon ger eitt stórt sjálvboðið arbeiði innan Reyða Kross, og situr inni við stórari vitan, tá tað kemur til veruliga treingjandi familjur í Uricani og nærumhvørvinum. Hon er ein sonn gáva frá Gudi til humanitera arbeiði, sum Birgir Andreasen ger í Rumenia, bæði millum rumenarar og zigoynarar. Hon var við okkum á allari ferðini sum tulkur. Hon vitjaði í Føroyum í fjør, tá hon eisini varð at hoyra á Torginum í Rás 2, har Absalon Absalonsen hevði samrøðu við hana.


sIGOYNARAR

Zigoynararnir er tað nýggja økið í Rumenia, sum Birgir Andreasen er komin inn á hesi seinastu 3 árini. Zigoynararnir eru ein fólkaferð í Rumenia, sum mong einki vilja hava við at gera; enntá kristin menniskju taka dagar ímillum sigoynarar og ikki-sigoynarar. Slíkt hoyrir ongastaðni heima, tá hugsa verður um hvat Paulus sigur í Efesusbrævinum kapitul 2 og ørindi 14: “Harrin gjørdi báðar partar, sum lógu í fíggindskapi við hvønn annan, til eitt við at bróta niður millumgarðin!” Birgir sigur, at ein broyting er at kenna millum kristin í Rumenia, sum nú eru farin at vísa áhuga í evangelisering millum sigoynarar.


TÁRGU-JIU OG JOHN MIHAI

Tárgu-Jiu er høvuðsstaðurin í landslutinum Gorj. Har búgva 100.000 menniskjur, av hesum eru 30 – 40.000 sigoynarar. Størsti parturin av evropeisku sigoynarunum halda til í Rumenia.


John Mihai er sigoynari og kom til persónliga trúgv á Harran fyri 20 árum síðani. Hann var ógvuliga ríkur, tá hann kom til trúgv, og sum eitt úrslit av hesum, seldi hann ein stóran part av sínum ognum, og brúkti midlarnar í Guds verki. Hann hevur bygt m.a. salar/kirkjur til samkomur at húsast í, og hann hevur hesi seinastu árini sæð nógv av sínum fólki (zigoynarum) koma til trúgv á Harran Jesus. Hesin John Mihai er almenni leiðarin hjá fleiri túsund sigoynarum í landslutinum Gorj. Hann er teirra umboð mótvegis lokalu- og landsmyndugleikunum. Hann hevur status sum høvdingi millum sigoynararnar.


Í dag er ein stór samkoma av sigoynarum í høvuðsstaðnum Tárgu-Jiu, sum telur fleiri hundrað, sum savnast í salinum, sum hevur fingið navnið Ebenezer, og sum er í stóran mun fíggjaður við gávum úr Føroyum. Tá føroyingarnir vitja har, so tala og syngja teir fyri fullsettum sali av sigoynarum, bæði vaksnum og børnum.




SPJADDAR SIGOYNARABYGDIR

Í útjaðaranum av býnum og í grannaøkinum liggja nógvar sigoynarabygdir spjaddar. John Mihai, høvdingi og almenni umboðsmaðurin fyri sigoynarnar, er altið við í ferðalagnum, tá vitjað verður í bygdunum, og tað sæst hvussu nógva virðing og kærleika hann eigur millum sítt ættarfólk. Hann leiðir ferðalagið til tær mest treingjandi familjurnar, og tá Mihai rópar við síni miklu rødd: “Nú verður útimøti!!!” so koma bæði børn og vaksin undan húsahornunum, og eftir eini lítlari løtu kann útimøti byrja á bygdagøtuni.


ÚTIMØTIR

Nógv fólk kemur at lurta á útimøtunum, og tað er nakað heilt serligt at tala evangeliið til hetta fólkið – fleiri av teimum hava aldri hoyrt ein boðskap um eina fría frelsu av náði við trúgv á Jesus eina. Nøkur koma til ein eftir møti fyri at fáa meiri at vita um frelsuna, og tað er ikki óvanligt, beint eftir møti, at einstaklingar koma til ein og ynskja forbøn til frelsu ella ørðum viðurskiftum so sum sjúka, trupulleikar í familjuni o.s.v.


Fátækradømið er stórt millum zigoynararnar, og vitjað verður í nógvum av hesum fátæku heimunum, og tá verða altíð ein ella fleiri sekkir útflýggjaðir til viðkomandi familju, samstundis sum eitt stutt orð verður talað út frá bíbliuni og ein bøn verður biðin. Eisini hava vit leikur, so sum bamsur, við okkum, og tá vit ganga ígjøgnum bygdina eru altíð nógv børn um okkum, og gleðin lýsir av teirra andliti, tá tey fáa eina av hesum fittu mjúku bamsunum, eins og gleðin eisini lýsir út av andlitunum hjá teim vaksnu, tá tey fáa ein sekk við klæðum.


NÝGGIR MØTISALAR

John Mihai, leiðarin hjá zigoynarunum, hevur ætlanir tey næstu árini at byggja fleiri møtisalar í bygdunum, sum skula virka sum savningarstað hjá teimum trúgvandi og sum miðdepil at evangelisera út frá. Kostnaðarverkætlanin fyri hvønn salin er í donskum krónum millum 30 og 50.000. Tríggir møtisalar ery reistir seinasti 3 árini, sum hava fingið nøvnini Ebenezer, Hebron og Mizpa. Tá ferðalagið vitjaði í maj, varð salurin Hebron tikin í brúk. Teir átta føroysku luttakararnir í ferðalagnum vórðu bodnir við sum høvuðsgestir, og fingu teir høvið bæði at syngja, vitna og tala.


Í eini avsíðisliggjandi sigoynarabygd, sum eitur NEGOMIR, vitjaðu vit eisini. Har er ein samkoma av trúgvandi fólki, sum savnast í einum privathúsum. Har høvdu vit eitt møti úti í garðinum. Veðrið var avbera gott, og nógv av bygdafólkinum kom á møti. Hetta var fyrstu ferð, at bygdin hevur fingið vitjan av kristnum ikki-sigoynarum. Ein kvinna í samkomuni var so glað fyri hesa vitjan, at hon segði við sigoynaraleiðaran, John Mihai, at hon vildi geva samkomuni sum eina gávu eitt grundøki til at byggja møtisal á. Tá var John Mihai glaður, tí hann hevði havt ætlanir at byggja sal í hesi bygdini, men hevði havt trupulleikar at fáa byggilendi frá lokalu myndugleikunum. Hesin møtisalurin er sostatt næsta verkætlanin hjá Mihai.


EIN MAKEDONISK AVBJÓÐING

Sigoynaraleiðarin John Mihai segði við Birgir, nú ferðalagið var á vitjan, at hann hevði ætlanir at náa 40.000 sigoynarar í nærmastu framtíð við evangeliinum. Hann spurdi beinleiðis, um føroyngar kundu hjálpa teimum við hesum. Hetta er sum at hoyra tað Makedoniska kalli hjá Paulusi í Ápostlasøguni kapitul 16 og ørindi 9: Makedoniskur maður stóð har, bað hann og segði: “Kom yvir til Makedonia og hjálp okkum!”


FØROYSK-RUMENSK SKÚLAVERKÆTLAN

Millum sigoynararnar er nógvur skúlaungdómur, sum ikki hevur fullan førleika í grundleggjandi skúlavitan, so sum lesing, skriving og rokning. Hetta er ein útbreiddur trupulleiki millum sigoynaratannáringar í Rumenia, og kemst tað av teimum sera vánaligu sosialu umstøðunum, sum nógvar av familjunum liva í, sum aftur er orsakað av, at foreldrini eru totalt óskúlaði.


Nógv av børnunum hjá sigoynarunum verða als ikki motiveraði heimanífrá at ganga í skúla, og enn minni at gera heimaarbeiði/ lektiur. Tí halta so nógv av hesum børnum langt aftanfyri hini, ein trupulleiki, sum rumenskir myndugleikar síggja álvarsamt uppá.


EIN HJARTASAK

Hendan trupuleikan fekk Birgir Andreasen lagt á hjarta at gera nakað við, eftir sína fyrstu vitjan hjá sigoynarunum fyri trimum árum síðani. Tá Birgir nevndi hetta fyri tulkinum, Alinu, sum er nevnd fyrr í greinini, tá vísir tað seg, at hon hevur hugsað tað sama.


Tey tosaðu við sigoynaraleiðaran John Mihai um hetta, og hann tók tankan til sín við tað sama. Mihai, sum hevur gott samband við lokalu skúlamyndugleikarnar og undirvísingarráðið, setti seg í samband við hesar við tað sama, og longu í august í fjør byrjaðu teir fyrstu klassarnir í einum av skúlunum í Tárgu-Jiu. Talan er um 48 næmingar í alt, sum eru frá aldrinum 12 til 16 ár og býttir yvir 4 klassar. Nógv pappírarbeiði er við myndugleikarnar, sum Páll Mørkøre á Eiði og Alina taka sær av.


Verkætlanin er soleiðis skipað, at næmingarnir koma til eykaundirvísing uttan fyri vanliga skúlatíð, sum kann vera ávikavist fyrrapart og seinnapart. Næmingarnir fáa eina góða máltíð, sum er eitt gott trekkplástur, tí fleiri av teimum fara meira og minni svong í skúla, tí ráðini eru ikki til tað. Tey vera undirvíst í tí, sum tey eru veikast í, og eisini fáa tey lektiuhjálp.


GOTT ÚRSLIT

Tá ferðalagið vitjaði í mai mánaði í Tárgu-Jiu, varð fundur hildin millum skúlamyndugleikarnar, lokala undirvísingarráðharran, Birgir Andreasen, Páll Mørkøre av Eiði, Alinu og John Mihai. Fundurin staðfesti, at ein sokalla “pisaroynd” hevur víst, at fleiri av næmingunum eru væl betur fyri í dag enn teir vóru í fjør.


Páll Mørkøre fer til Rumenia í næstum at hava samráðingar við myndugleikarnar hvussu verkætlanin skal skipast framyvir. Páll er tann, sum førur samráðingar við myndugleikarnar, og hann er tann, sum stendur á odda i hesum arbeiðinum, væl stuðlaður av konu síni Katrin. Verkætlanin verður fíggjað 100 % úr Føroyum, sum er løn til lærarar og máltíðir til næmingarnar. Skúlahølini eru ókeypis.


FØROYINGAR SERLIGAN STATUS

Tað eru hesir sigoynararnir, sum Birgir Andreasen hevur fingið lagt á hjartað at virka ímillum. Birgir og ferðaliðið, sum vitjaði har fyri 4 árum síðani, vóru fyrstu kristnu ikki-sigoynarar, sum vitjaðu har við orði Guds. Hetta var nakað, sum tey settu ómetaligan prís uppá, og hevur givið føroyingum ein serligan status millum hesa sigoynaraættina. Birgir sigur, at tørvurin í Rumenia er ómetaliga stórur, og at arbeiði vil halda fram so leingi Harrin gevur náði og orku til tað.