Mikukvøldið var fundur, ið hevði til endamáls at stovna føroyskt lungnafelag, hildin í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum. Við á fundinum var Mogens Thiim, formaður í Danmarks Lungeforening. Hesin var við, fyri at leggja føroyingum lag á at stovna nýggja felagið.
Á fundinum vóru eisini Helena Dam á Neystabø, landstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, Jón á Steig, yvirlækni, Jógvan Mørkøre, formaður í Føroya Kommunufelag, Leivur Hansen, borgarstjóri, og Jógvan við Keldu, borgarstjóri. Hesi vóru við, fyri at skapa størri áhuga fyri fundinum, og somuleiðis tí at ein partur av ætlanini við lungnafelagnum er, at tað skal upplýsa um vandan við royking í ymisku kommununum í Føroyum.
Mælti til stovnan
Á skránni fyri fundin stendur, at Jógvan Mørkøre, formaður í Føroya Kommunufelag, skuldi skjóta upp at stovna føroyskt lungnafelag. Hann sigur, at heitt varð á hann um at gera hetta, og helt hann tað vera eitt gott hugskot, hóast ikki er vanligt, at kommunur eru limir í slíkum feløgum. Men hann heldur, at royking er ein trupulleiki, ið er galdandi fyri allar kommunurnar í Føroyum, og tískil heldur hann, at kommunurnar væl kunnu vera við í lungnafelagnum eins og tær eru limir í Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Ætlanin er nevniliga, at lungnafelagið skal ferðast út á skúlarnar og greiða næmingunum frá vandanum við royking.
Jógvan Mørkøre sigur, at royking er ein trupulleiki, ið allir skúlar kring landið hava at dragast við, og heldur hann, at eitt slíkt felag kann hjálpa væl í fyribyrgjandi arbeiðinum. Hann sigur, at hetta er orsøkin til, at kommunufelagið leggur navn til eitt slíkt felag.
Fyribils nevnd
Ætlanin um at stovna lungnafelag gekk út á fundinum á Landssjúkrahúsinum, og vald varð ein fyribils nevnd til felagið. Tey, ið komu í nevndina vóru gestirnir frá kommununum og frá Almanna- og heilsumálastýrinum, tey vóru nevniliga Helena Dam á Neystabø, Leivur Hansen, Jógvan K. Mørkøre, Jógvan við Keldu og Jón á Steig.
Í gjárkvøldið var aftur upplýsandi fundur um stovnsetanina lungnafelagnum og um hvussu ein best kann verja lungu síni móti dálking, tubbaki og bronkitis við meira. Hesuferð varð fundurin hildin í skúlanum við Ósánna í Klaksvík.