Føroyingar manna oljuskip og pallar í framtíðini

Verða olja funnin á føroyska landgrunninum er sannlíkt, at tað í framtíðina verða føroyingar, sum koma at manna bæði boriskip og ?pallar og eisini framleiðsluskip ella ?pallar á feltunum sigur Peter Rattey, stjóri hjá BP

 



Oljuframleiðsla og manning




Hóast endaliga undirskriftin ikki er sett á leigusáttmálan, so er tað 99.9% sannlíkt, at BP leigar norska boriskipið West Navion til sína fyrstu uppgávu á føroyska landgrunninum. ?Boriskip okkara er sera væl egnað til at bora á djúpum vatni á føroyska landgrunninum, og tað er einki at dylja yvir, at okkum høvdu dámað sera væl at fingið hesa uppgávuna sigur stjórin í norsku fyritøkuni Smedvig, sum eigur boriskipið West Navion, Christian Bull Eriksson. Hann sigur, at avgerðin í løtuni liggur hjá BP. Vilja teir hava skipið til uppgávuna so fáa teir tað.


Christian Bull Eriksson sigur, at teir eru sera væl nøgdir við skipið, sum hevur borað við Grønland, í norskum sjógvi og í Meðalhavinum. Í løtuni verður ein brunnur boraður fyri Conoco vestan fyri Hetland. Og eftir tað verður farið í føroyskan sjógv, um so er at BP ger av at leiga skipið, sum alt bendir á.


Ein av fyrimununum við at brúka eitt boriskip er, at tað skjótt og lætt kann flyta úr einum stað til annað. Tað er t.d. ikki tørvur á akkersskipum. Tað er eisini væl egnað til veðurviðurskiftini á Atlantsmótinum.



Eitt boriskip hevur so eisini tann møguleikan fram um ein vanligan boripall, at tað kann hava liggjandi nógva útgerð umborð, útgerð, sum supplyskip annars skulu flyta til ein pall. Mannagongdin er so eisini tann, at tá eitt boriskip er liðugt við eina uppgávu, verður tað útgjørt av nýggjum, áðrenn tað fer úr havn. Og í mongum førum kann tilfar frá einum túri brúkast til fleiri uppgávur. Slíkt sum borirør kann liggja umborð og er sum nevnt óneyðugt at flyta hesi við útgerðarskipum úr landi. Men til nógvar aðrar uppgávur verður neyðugt at fáa veitingar úr landi so sum mat og aðrar neyðsynjarvørur, tyrlutænastur, vaktartænastur ol.


Peter Rattey, stjóri í BP, sær tað ikki sum nakran trupulleika fyri føroyskar veitarar og útgerðhavn í Føroyum, at teir brúka eitt boriskip ístaðin fyri ein pall. Hann sigur, at teir koma helst at lossa umborð borirør, áðrenn skipið fer undir at bora. Tað verður spill av pengum og tíð, um man ikki ger tað.


BP fer at tosa við myndugleikarnar í Føroyum um hetta og vóna tey ikki, at hetta verður nakar trupulleiki. Alt, sum skal gerast í hesum sambandi, verður avtalað við Oljumálastýrið. Peter Rattey sigur, at teir hava fingið at vita frá myndugleikunum, at teir fara at góðtaka tað sum er vanligt í slíkari støðu, har eitt boriskip verður brúkt heldur enn ein boripallur. BP fer annars at brúka útgerðarhavnina í Runavík sum ætlað.


Smedvig professionellir

John Thorogood, sum skal standa fyri komandi boringini hjá BP í Føroyum, heldur, at tað kann vera ein fyrimunur fyri allar partar, at teir nú fara at brúka eitt boriskip heldur enn ein vanligan boripall. Hann nevnir í hesum sambandi, at tað kann lætta um, at skipið virkar eftir norskum reglum, sum føroyingar eisini vilja ganga eftir. At skipið so eisini longu er góðkent av donskum sjómyndugleikum at arbeiða í Grønlandi er so eisini ein fyrimunur. Sjálvur heldur John Thorogood, sum hevur borað við West Navion í norskum sjógvi, at talan er um eitt sera gott boriskip. Tað er nýtt, tað er stórt og gott og sera væl útgjørt. Við hesum skipinum metir hann, at teir kunnu minka um samlaðu boritíðina við umleið 8 døgum.


?Eg havi arbeitt við Smedvig fólki og kann bara siga, at fyritøkan er sera professionell og hevur skipið eina sera góða kanning. Fyritøkan er kanska ikki ein av teimum størstu av sínum slag, men hon er ein av teimum mest professionellu. Eg haldi hetta er eitt sera gott val til at fara undir leiting við Føroyar sigur hann.


Føroysk manning

Spurdur um møguleiki er fyri at fáa føroyingar at manna eitt nú boriskip sum West Navion á føroyskum øki sigur Peter Rattey, BP-stjóri fyri Atlantsmótið, at tað ikki er møguligt at fáa føroyingar við West Navion, tá tað fer at bora á landgrunninum um góðar tveir mánaðir, men so skjótt BP fær eina ?long term? langtíðar borisáttmála, eftir at olja er funnin, so fer helst at bera til at broyta samansetingina av fólki umborð, so føroyingar eisini eru við. Men fyri teir fyrstu brunnarnar verður tað torført. Tað hevur so eisini nakað við trygdina at gera.


Peter Rattey sær annars fyri sær, at tað verða føroyingar, sum koma at manna framleiðsluskipini ella pallarnar á føroyska landgrunninum í framtíðini, um olja verður funnin her. Í dag er meginparturin av manningini á Petrojarl Foinaven, sum tekur ímóti oljuna frá Foinaven feltinum, hetlendingar og so norðmenn.