Føroyingar á Madeira hava tað gott

Nú ið vandastøða er íkomin á portugisisku oynni Madeira, hevur Uttanríkisráðið kannað støðuna fyri at vita, um føroyingar á oynni eru komnir illa fyri. Uttanríkisráðið hevur havt samband við seks føroyingar á oynni og hevur fingið vissu fyri, at teir hava tað gott.

Ógvusligt gloprarregn hevur elvt til áarføri og skriðulop á Madeira, og myndugleikarnir søgdu í gjárkvøldið, at minst 32 fólk hava latið lív.

Føroyska uttanríkisráðið sigur, at tað fylgir við støðuni í tøttum sambandi við avvarðandi myndugleikar og føroyingar á staðnum. Uttanríkisráðið sigur, at veit nakar um onkran føroying á staðnum, sum møguliga tørvar hjálp, kann viðkomandi venda sær til Jóannes V. Hansen tel. 296109.

Ein av føroyingunum, sum eru á Madeira, er Magni Arge, og hann hevur sent okkum myndina omanfyri.