Fríggjakvøldið byrjar danska landskappingini aftur, og hon byrjar við eini uppgerð millum AaB við Halli Hansson á liðnum, og Silkeborg við Christiani Lamhauge Holst og Ara Mohr Jónsson.
Kent Nielsen, venjari hjá AaB, hevur kunngjørt hópin til dystin. Hallur Hannson er millum teir 18, ið eru úttiknir til dystin. Føroyski landsliðsspælarin spældi við frá byrjan í onkrum av venjingardystinum, men liðuppstillingarnar seinastu venjingardystirnar benda á, at Hallur verður at finna á bonkinum.
Viggo Jensen, venjari hjá Silkeborg, hevur ikki sambært heimasíðuni hjá felagnum, sett navn á teir, ið skulu við. Tí er óvist hvønn lut Christian Lamhauge Holst og Ari Mohr Jónsson koma at hava.
Dysturin millum Silkeborg og AaB verður í morgin klokkan 18.00. AaB hevur ikki vunnið í Silkeborg síðani 2007. AaB liggur á triðja plássi, meðan Silkeborg er nummar 11 av 12 í Superliguni.
TV3 Sport1 vísur beinleiðis frá dystinum.