Føroyingar møta útlendskum kvinnum við fordómum

Runa Preeti Ísfeld vónar, at ph.d.-ritgerð sín kann vera við til at menna ein føroyskan integratiónspolitikk

Kvinnur úr ikki-vesturlendskum londum, sum giftast til Føroya, uppliva at verða møttar við misáliti, fordómum og nógvum stereotypum fatanum.

Tað er ein av niðurstøðunum hjá Runu Preeti Ísfeld, sum í gjár vardi ph.d.-ritgerð sína um lívið hjá kvinnuligum hjúnarbandstilflytarum, ið eru fluttar úr syðra parti av heimunum fyri at skapa sær eina tilveru í Føroyum.

Í famløguni greiddi Runa frá nógvu ymsu væntanunum og undanfatanunum hjá kvinnunum. Hon lýsti ymsar avbjóðingar, til dømis at kvinnurnar missa nógvar familiu- og sosialar relatiónir, tær uppliva sosialan mobilitet, bæði upp og niður, tær hava avbjóðingar við málinum, og tær koma til sera ymiskar karmar og støður.

Støðan er ymisk bæði í mun til teirra egna húðalit, etnisitet, aldur, trúgv, mentan og í mun til viðurskiftini hjá nýggju familjuni í Føroyum.

Samanumtikið helt Runa, at ritgerðin hjá henni kann vera eitt týdningarmikið vitanaríkast til føroyska samfelagið, har alt fleiri útlendskar kvinnur flyta til, uttan at landið hevur ein integratiónspolitikk. 

Um ritgerðina

Ritgerðin, sum er stuðlað av Granskingarráðnum, er fyri stóran part bygd á samrøður við kvinnur, sum eru fluttar til Føroya.

Heitið á ritgerðini er: "Marriage Migrants to the Faroe Islands: An Analysis of the Life-World of Non-Western Women Married to the Faroe Islands".

Runa Preeti Ísfeld hevur verið innskrivað við Fróðskaparsetur Føroya og Aalborg Universitet. Vegleiðarar hava verið Helene Pristed Nielsen, lektari á Aalborg Universiteti og Gestur Hovgaard, lektari á Fróðskaparsetri Føroya.

(Kelda: Granskingarráðið)