TRE stendur fyri Trauma Release Exercises, og hetta eru likamligar venjingar, sum kunnu loysa upp djúptliggjandi kropsligar og kensluligar spenningar, sum er avleiðing av sálarligum løstum og langtíðar strongd.
Hetta er ein venjingarháttur, sum vindur alsamt meira uppá seg í Føroyum, og í dag eru 12 TRE-veitarar, sum virka um alt landið.
Skapar ró og javnvág í nervalagið
Við at gera TRE venjingar, aktiverast íborni eginleikin at sjálvregulera nervalagið gjøgnum ristingar (neurogen tremor). Hetta skapar ró, javnvág og leking í nervalagið,
Overvan á nervalagið kann t.d. vísa seg sum:
Angist, strongd, órógv, niðursett hugsavnan og ringt svøvnlag. Heilsuligar avleiðingar av hesum kunnu verða hjartatrupulleikar, høgt blóðtrýst, minnið kann svíkja, høvuðpína, pína í nakka, herðum og ryggi, búkpína, viknað immunverja v.m.
Blokeringar í nervalagnum kunnu vísa seg sum:
Dissociatión (frávera), niðursett innlæring og ringt minni, tunglindi, isolatión og manglandi orka í gerandisdegnum. Heilsuligar avleiðingar kunnu verða kronisk møði, fibromyalgi, ólag í sodningarlagnum, kensluloysi v.m.
Á facebookbólkinum, sum eitur “TRE-Føroyar”, ber til at kunna seg meira TRE í Føroyum.
Á myndini oman fyri eru teir 12 TRE-veitararnir at síggja saman við undirvísarunum Colette Markus (aftast til vinstru) og Ole Ry (aftast til høgru). Hini er frá aftast til vinstru:Ida Lón, Sigbritt Við Neyst, Turid Madsen, Ranva Knudsen, Sigrun Heldarskarð.Fremst frá vinstru: Jastrid McGavin Haldansen, Margret Mortensen, Hilda Viderø, Helena J K Magnussen, Estrid Nielsen, Leila Hentze Hansen, Sára Svartá