Føroyingar álopnir av teldnusníkum

Fleiri føroyskar heimasíður hava í nátt havt vitjan av óbodnum gestum. - Eg ivist ikki í, at heimasíður hjá fleiri fyritøkum eru hakkaðar, uttan tey vita av tí, og tað kann vera álvarsamt, sigur Poul Laust Christiansen, teldufrøðingur

Hevur tú eina føroyska heimasíðu, er møguleiki fyri, at ein altjóða bólkur av teldusníkum, hevur hakkað seg inn á síðuna. Bólkurin, sum kallar seg Anonymous, settu í nátt hol á eina herferð, har bólkurin fer eftir føroyskum heimasíðum. Orsøkin, til at Anonymous hakkar føroyskar heimasíður, er, at bólkurin vil vísa sína ónøgd við at føroyingar drepa grind.

- Hesir teldusníkarnir eru farnir inn á føroyskar heimasíður, hava funnið fram ymisk brúkaranavn og loyniorð, sum teir síðani hava lagt út á internetið til øll at síggja, sigur Poul Laust Christiansen.



Ymsar fyritøkur hakkaðar

Sambært teldufrøðinginum eru eini 10 ymiskar heimasíður hjá føroyskum fyritøkum hakkaðar. Eitt nú Føroya Tele, Ven, Netavísin og Nordcar. Eisini gamla heimasíðan hjá Rás2 hevur havt vitjan av óbodnu gestunum.

- Teir hava funnið gomlu heimasíðuna hjá Rás2, sum annars ikki er sjónlig longur, og eru síðani farnir inn í lýsingaskipanina. Her hava teir funnið brúkaranøvn og loyniorð hjá nøkrum av starvsfólkunum og lagt hesi á neti, soleiðis at øll kunnu síggja tað, greiðir Poul Laust Christiansen frá. Tað eru tilvildarligar fyritøkur, ið hakkararnir eru farnir eftir.

- Tað eru ymiskar heimasíður, sum Anonymous hevur hakkað seg inná. Tað einasta kravið sær út til at hava verið, at heimasíðurnar enda við .fo, sigur Poul Laust Christiansen, sum vísur á, at talan eru um ein bólk av teldusníkum, sum dugir framúr væl at sníkja seg ólógliga inn á heimasíður.

- Eingin veit akkurát, hvørjir hesir teldusníkarnir eru, men eitt er sikkurt, og tað er, at teir duga væl at finna trygdarhol, sum teir so kunnu brúka fyri at hakka seg inn á heimasíðuna, greiðir Poul Laus Christiansen frá. Bólkurin hevur áður víst, at hann kann gera ymiskt, sum eingin helt verða møguligt, eitt nú at sníkja seg inn á heimasíður hjá stórum fyritøkum sum til dømis Sony, PayPal og Wikileaks.



Grindadráp orsøkin

Tað, sum eyðkennir Anonymous, er, at teir gera slíkar herferðir sum hesa fyri at vísa teirra ónøgd við eitt hvørt. Hesaferð fer Anonymous eftir føroyingum orsaka av grindadrápi. Á teimum heimasíðunum, sum bólkurin hevur hakkað, stendur at lesa á enskum, norskum og íslendskum, at bólkurin hevur hakkað síðuna, tí teir ynskja, at føroyingar gevast at drepa grind. Eisini stendur í boðunum frá Anonymous, at hetta bert er byrjanin upp á herferðina móti grindadrápi, og at hetta ikki er tað seinasta, vit koma at frætta frá Anonymous. Boðini frá bólkinum liggja ikki neyðturviliga á forsíðuni á heimasíðunum, og tískil kann vera trupult hjá fyritøkunum at vita, um tær eru hakkaðar.

- Tað er ikki nakað, tú endiliga gerst varugur við beinanveg, tú fert inn á tína heimasíðu, tí flestu staðni leggur bólkurin hesi boðini á onkra undirsíðu, sigur Poul Laust Christiansen, sum viðmælir fólki at hyggja væl á allar undirsíður eisini, fyri at kanna um hakkararnir hava verið á síðuni.

- Hetta er álvarsamt. Eitt er, at týdningarmikil brúkaranøvn og loyniorð koma at liggja alment á internetinum, men eitt annað er, at tað er kostnaðarmikið at rudda upp í telduskipanini, tá hesir teldusníkarnir hava gjørt um seg, greiðir Poul Laust Christiansen frá og leggur afturat, at fyritøkur kunnu ikki gera nógv annað enn at kanna, at eingi trygdarhol eru og síðani brúka meira orku upp á teldutrygdina sum heild.









Boðini frá Anonymous:

We have targeted your community because of the illegal whaling that goes on there. We want it STOPPED. For too long this has gone on, and day after day these poor innocent animals are slain for money and food. It´s a crime against nature to slaughter them in such a way, and it must END. These defacements are stage one of our operation, There is more to come.