Føroyingar liggja í buktini í sjálvstýrismálinum

Rigmor Dam
Javnaðarflokkurin
????
Danir siga, at vit kunnu loysa, tá vit vilja. Tí eru tað føroyingar sjálvir, sum liggja í buktini, og tað eigur at vera óneyðugt at tyngja og provokera danskar politikarar á Fólkatingi við innanhýsis partapolitiskum klandri úr Føroyum.
Sjálvstýrismálið skal ikki longur vera eitt øsingarmál, og tilgongdin eigur at verða á føroyskum hondum, so vit sjálvi kunnu taka avgerðir innan veruleikans karmar.
Um tú veldur meg og C at umboða teg, fari eg at arbeiða fyri, at sjálvstýrismálið, gjøgnum yvirtøkulógina, gerst ein søk fyri breiðu fjøldina av føroy-ingum - í Føroyum.